Minningarhald undir Knúki

Sunnudagin eru 40 ár liðin síðan flogvanlukkuna í Mykinesi leygarmorgunin 26. september 1970, tá átta fólk lótu lív. Avvarðandi ynskja at minnast dagin við at seta upp eina minnisplátu á staðnum, har flogfarið datt niður, sjálvan 40-ára dagin.

Talan var um eitt Fokker Friendship flogfar hjá íslendska flogfelagnum Icelandair. Pláss var fyri gott 40 ferðafólkum umborð, og hendan dagin vóru 30 ferðafólk við umframt manningina, sum taldi fýra. Flogfarið datt niður undir Knúki í Mykinesi.

Tilburðurin skelkaði lítla føroyska samfelagið, og skelkurin setti síni djúpu spor í familjunum hjá teimum avvarðandi. Hesi hava ynskt, at dagurin skal ikki fara aftur við borðinum ómerktur, men skal markerast á onkran hátt, tí varð ein nevnd sett at arbeiða við málinum.

Ein minnispláta er gjørd við nøvnunum á teimum, sum lótu lív. Plátan skal setast upp undir Knúki, á sjálvum 40-ára degnum og á sjálvum staðnum har flogfarið datt niður. Í hesum sambandi verður minningarhald á staðnum sunnudagin 26. september millum klokkan 10 og 11, har Jógvan Fríðrikson, biskupur kemur at røða. Klokkan 10.57, tá tornið á flogvøllinum í Vágum misti sambandið við flogfarið, verður ein still løta, har fólkið fær høvi at minnist tey átta, sum lótu lív. Dupultkvartettin í Ebenezer kemur at syngja. Seinnapartin verður borðhald á Hotel Vágum fyri teimum avvarðandi.

Um veðrið ikki verður til vildar, verður ikki farið út í Mykines, men so verður alt minningarhaldið hildið á Hotel Vágum, har navnaplátan verður avdúkað, sum so seinni verður sett upp undir Knúki.