Minnilutin ræður?

- Vit, fakfeløgini á almenna og privata arbeiðsmarksmarknaðinum, taka frástøðu frá avtaluni millum lønardeildina og hendan lítla minniluta, og koma á ongan hátt at góðtaka avtaluna, ið hesi hava gjørt, siga 20 fakfeløg í skrivi í dag

 

Tað loypti hvøkk á føroysku fakfelagsrørsluna, tá Starvsfelagið saman við fleiri akademikarafeløgum, Heilsurøktarafelagnum og nøkrum av smærru fakfeløgunum, skrivaðu undir avtalu við Fíggjarmálaráðið um ein fastan lønarkarm, sum bindur alla fakfelagsrørsluna.

 

Lønardeildin legði upprunaliga upp til, at øll fakfeløgini skuldu vera saman um lønarkarmin. Men millum fakfeløgini var greiður meiriluti ímóti. Í Fakfelagssamstarvinum mettu flestu feløgini ikki, at tíðin var búgvin til at samráðast um ein karm. 

 

Feløgini, ið umboða stóran meiriluta í Fakfelagssamstarvinum; Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Heilsuhjálparafelag Føroya, vóru øll á einum máli um, at grundarlagið fyri einum felagskarmi í løtuni, á ongan hátt var í lagi. Ein støða, ið flest øll fakfeløg í Føroyum hava. 

 

Hóast hetta, so valdi formaðurin í Starvsfelagnum, Súni Selfoss, at fara til samráðingar um ein felags karm, saman við Akademikarafelag Føroya, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Yrkisfelagnum Miðnám, Farmakonomar, Kost- og Føðslufelagnum, Hjálparlæknaráð Føroya, Heilsurøktarafelagnum, Føroyskum Fysioterapeutum, Føroya Tekniska Lærarafelag, Ljósmøðrafelag Føroya og Pharma Danmark. Tey flestu av hesum feløgum hava fáar limir, sum í stóran mun teljast millum tey hægst løntu á arbeiðsmarknaðinum.

 

Meirilutin rópti beinanvegin varskó, tí ein felags karmur sjálvandi fer at vera brúktur av arbeiðsgevaranum, til at kroysta øll feløgini at góðtaka hann, og eigur tí bert at verða gjørdur, um øll feløgini eru við.

 

Við avtaluni roynir lønardeildin, saman við nøkrum fáum feløgum, at taka alla fakfelagsrørsluna av ræði. Hetta hóast tey bert umboða áleið ein áttanda part av føroysku starvsfjøldini. 

 

Serliga hugstoytt er at síggja, at hóast løgmaður hevur lovað at avtalur skuldu gerast í krónum og oyrum, er avtalan gjørd í prosentum. Hetta merkir, at lønarkarmurin næstu fimm árini er beinleiðis við, til at økja um lønargjónna í Føroyum, har tey hægst løntu fáa mest, meðan tey lægst løntu fáa minst.

 

Vit, fakfeløgini á almenna og privata arbeiðsmarksmarknaðinum, taka frástøðu frá avtaluni millum lønardeildina og hendan lítla minniluta, og koma á ongan hátt at góðtaka avtaluna, ið hesi hava gjørt. 

 

Samstundis vilja vit gera greitt, at vit als ikki hava biðið tey samráðst fyri okkum, og at tey als ikki hava heimild til hetta.

 

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Fuglafjarðar Handverkarafelag

Føroya Arbeiðarafelag

Føroya Fiskimannafelag 

Føroya Flogteknikarafelag

Føroya Handverkarafelag

Føroya Lærarafelag

Føroya Pedagogfelag

Føroya skipara- og navigatørfelag

Havnar Arbeiðarafelag

Havnar Arbeiðskvinnufelag 

Heilsuhjálparafelag Føroya

Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Klaksvíkar Handverkarafelag

Landsfelag Handverkaranna

Maskinmeistarafelagið

Nes Sóknar Handverkarafelag

Vága Handverkarafelag

Vestmanna og Norðstreymoyar Handverkarafelag