Klaksvík: Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin eru ikki sinnaðir at ganga frá avtaluni, sum teir báðir flokkarnir hava gjørt um samstarv í Klaksvíkar býráð næstu fýra árini.
Tí verður býráðið býtt upp í minniluta og meiriluta, hóast flokkarnir í minnilutanum hava mælt til eitt breitt samstarv, har allir flokkarnir kunnu arbeiða saman.
? Tað tykist, sum vit verða kroyst til at vera andstøða næstu fýra árini, og tað er spell. Tað hevði verið ein fyrimunur fyri býin, um øll kundu arbeitt saman, sigur Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum.
Fyrstvaldi býráðslimurin, Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum, heldur, at flokkarnir í minnilutanum høvdu møguleikan at skipa eina breiða samgongu beint eftir valið, men tóku ikki av kjansinum.
Rokna við ongum
Fyrr í hesi vikuni heitti Eyðgunn Samuelsen vegna Javnaðarflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Sambandsflokkin á teir báðar flokkarnar í meirilutan um at umrøða møguleikan fyri einari breiðari samgongu.
Eyðgunn Samuelsen segði í skrivinum til meirilutan, at hetta hevði verið ein betur loysn, og tí mælti hon til ein fund at umrøða møguleikan.
? Eg havi einki hoyrt frá Fólkaflokkinum og Tjóðveldisflokkinum uttan tað, sum teir hava sagt í Sosialinum um, at teir halda seg til avtaluna, teir hava gjørt. Tað tykist ikki, sum teir viðgera okkara uppskot, men bara avvísa tað, og so kunnu vit ikki rokna við nøkrum, sigur Eyðgunn Samuelsen.
? Vit hava víst, at vit vilja arbeiða saman við meirilutan næstu fýra árini og ikki bara sita uttanfyri og føra andstøðupolitikk. Men tað tykist ikki, sum tey eru áhugað í hesum, og tí ætla vit í minnilutanum at skipa okkum væl, um vit koma at verða uttanfyri, sigur hon.
Møguleikin var til staðar
Jákup Mikkelsen, sum fekk flestar atkvøður hjá størsta flokkinum á kommunuvalinum, heldur, at møguleikin fyri einum breiðum samstarvi var til staðar, men at møguleikin nú er farin.
? Beint eftir valið heittu vit á hinar flokkarnar um at gera eina breiða samgongu og at hittast fyri at umrøða hendan møguleika. Men flokkarnir tóku ikki av tilboðnum. Tí kann tað virka eitt sindur løgið, at flokkarnir, nú teir standa uttanfyri, koma við hesum uppskoti, sigur Jákup Mikkelsen.
Tá ið Jákup Mikkelsen var komin við sínum uppskoti um breitt samstarv, vóru flokkarnir í meirilutanum seinastu fýra árini, Tjóðveldisflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, farnir at samráðast um framhaldandi samstarv.
? Vit høvdu gjørt eina avtalu við Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin um, at vit vildu samráðast fyrst, og tí kundu vit ikki taka av tilboðnum frá Jákup Mikkelsen. Vit vóru tó sinnað at taka aðrar flokkar við í samstarvi, um meirilutin samdist um at halda fram, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Fundir eru avlýstir
Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin hava gjørt eina avtalu um samstarv fyri næstu fýra árini, og sambært hesi avtalu skal Steinbjørn O. Jacobsen halda fram sum borgarstjóri, meðan Jákup Mikkelsen verður varaborgarstjóri.
Flokkarnir hava fleiri ferðir avtalað fund, har teir skulu seta nøvn á síni umboð í nevndunum og annas umrøða samstarvið næstu fýra árini. Men fundurin hevur framvegis ikki verið, og nú er ætlanin, at hann skal verða fríggjakvøldið.
Sambært borgarstjóranum Steinbjørn O. Jacobsen er orsøkin til avlýsingarnar, at allir býráðslimirnar hava ikki kunna møtt til fundirnar, og tí eru teir avlýstir. Tað er eingin ósemja millum flokkarnar, tí teir halda fast við avtaluna, sum teir hava gjørt.
Tá Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin hittast á fundi, fáa teir møguleikan at umrøða, hvørt aðrir flokkar skulu takast við í samstarvið næstu fýra árini, ella um teir fara at taka við leiðsluni av Klaksvíkar kommunu einsamallir.
Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin hava sjey av 11 býráðslimum.