Fótbóltur
»Episkur dystur«, »klassikari«, »ógloymandi dystur«.
Nógv eru spjøldrini, og mong eru lýsingarorðini, sum kunnu hangast á avrikið, sum Chelsea og Liverpool løgdu fyri dagin á Stamford Bridge leikvøllinum í norður-London. Óansæð, so er talan um ein hin mest minniliga fótbóltsdystin nakrantíð. Verjuvillir, málverjuvillir og skeivar sendingar vóru í dystinum, men tað lat dyrnar upp á víðan vegg fyri undirhaldsvirðinum.
Liverpool kroysti Chelsea
Liverpool, sum var uttan liðskiparan Steven Gerrard spældi fyri sínum møguleika, og í fyrra hálvleiki sá ljóst út hjá teimum reyðu úr Liverpool. Áðrenn hálvur tími var spældur, var Liverpool á odda 2-0, og viðgekk Chelsea-venjarin Guus Hiddink aftaná dystin, at fyrri hálvleikur var alt annað enn nøktandi fyri hansara manning. Fyrst skoraði Fabio Aurelio við einum ótrúligum frísparki frá 37 metra fjarstøðu. Hetta var í 19. minutti. Meðan Chelsea-málverjan samskifti við sínar verjuspælarar at dekka væl upp inni í brotsteiginum, sær Aurelio ein skáa við høgra stólpa, og skýtur eitt hart og vælplaserað skot í málið hjá tí illa plaseraða Petr Céch. Níggju minuttir seinni økti Xabi Alonso uppá eitt brotsspark, og tá var hálvfinalan veruliga í eygsjón.
Ræðuligt mistak
Liverpool fór út til seinna hálvleik við góðum treysti, men tá bert seks minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki gjørdi Pepe Reina í Liverpool-málinum eitt ræðuligt mistak. Didier Drogba skjýtur eitt skot frá baklinjuni, sum Reina átti at hildið. Men onkursvegna misti Reina bóltin úr hondum og inn í málið, og Chelsea var við aftur.
Løtu seinni Skeyt Rodrigo Alex eitt rimmar fríspark í netið, og tá Frank Lampard, eftir fimm korter legði Chelsea á odda 3-2 í einum væl gjøgnumspældum álopi, tyktist alt at vera avgjørt. Men við tveimum skjótum málum í 81. minutti og 83. minutti, sum Lucas og Dirk Kuyt skoraðu, var háspenningur aftur í luftini. Liverpool tevjaði blóð, tí ein 5-3 sigur hevði givið teimum eitt pláss í hálvfinaluni. Men tá góður minuttur var eftir av vanligu leiktíðini gjørdist Frank Lampard enn einaferð bjargingarmaðurin hjá Chelsea, tá hann við einum rimmar skoti javnaði til 4-4.
Chelsea vann sostatt samlað 7-5. Ein ófatiliga góður dystur, sum tænir báðum liðunum til stóra æru, og kundu áskoðarnir ikki semjast um annað, enn at takka teimum 22 spælarunum fyri eitt minniligt kvøld. Chelsea er framvegis við í trimum kappingum, og leygardagin spæla teir hálvfinalu í FA Cup kappingini ímóti Arsenal.
Liverpool fær nú konsentrera seg 100% um Premier League, og tað kann væl fara at vísa seg at gerast ein fyrimunur.
Avgreiðsluspurningur
Chelsea møtir Barcelona í hálvfinaluni. Barcelona tørvaði bert ein hálvleiki til at spæla seg í hálvfinaluna. Fyrru fjórðingsfinaluna ímóti Bayern München á Camp Nou Leikvøllinum í Barcelona vann Barcelona 4-0. Hálvleiksstøðan var 4-0. Tí vóru vónirnar ikki tær stóru hjá Bayern München at kunna venda dystinum, og dysturin gjørdist nærum ein avgreiðsluspurningur.
Mongu áskoðarnir hjá Bayern royndu tó at stuðla sínum monnum, Fyrri hálvleikur endaði málleysur, men tíðliga í øðrum hálvleiki eydnaðist tað Franck Ribery at leggja Bayern á odda 1-0. Seydon Keita fekk tó javnvág í roknskapin fyri Barcelona, so samlaði sigurin gjørdist 5-1 til Barcelona. Jürgen Klinsmann er hart trýstur, sum Bayern-venjari, og eru týskir fjølmiðlar farnir at gita nær hann verður sparkaður.









