Valluttøkan á íslendska forsetavalinum í dag er væl minni enn á fólkaatkvøðuni um Icesave-málið í fjør og munandi minni enn á altingsvalinum í 2009. Fjølmiðlarnir siga, at klokkan fýra seinnapartin høvdu knappliga 28.000 fólk verið á vali í teimum báðum Reykjavíkarvaldømunum, og at tað er væl minni enn á Icesave-fólkaatkvøðuni og seinasta altingsvalinum.
Í Suðurvesturvaldøminum, sum er eitt av teimum stóru, høvdu knappliga 17.000 fólk verið og atkvøtt klokkan fýra, og tað var næstan 3.000 færri enn á fólkaatkvøðuni í fjør.
Í hesum viðfangi skal havast í huga, at næstan 35.000 brævatkvøður eru hesaferð, og tað er væl meiri enn vanligt.