Minni til rakstur

Klaksvíkar kommuna fer næsta ár at skera raksturin

Næsta ár ætlar Klaksvíkar kommuna at brúka færri pengar til rakstur.

Í uppskotinum til fyrstu fíggjarætlanina í nýggja ártúsundinum eru 38 milliónir settar av til rakstur, og tað er minni enn í ár. Í løtuni er minkingin eina millión krónur, men enn hevur 2. viðgerð ikki verið av fíggjarætlanini, og hendan upphædd kann verða broytt tá.

Klaksvíkar kommuna ætlar at brúka umleið 20 milliónir til íløgur og 38 milliónir til raktstur. Restina av teimum 80 milliónum, sum inntøkan hjá kommununi verður mett at verða næsta ár, skulu brúkast til at gjalda rentur og avdrøg av skuldini.

Skuldin hjá Klaksvíkar kommunu er 140 milliónir krónur, men kommunan eigur eisini pengar, og nettoskuldin er tí góðar 100 milliónir. Síðani 1994 er nettoskuldin minkað við fleiri enn 80 milliónum krónum. Í ár 2000 ætlar Klaksvíkar kommuna at gjalda 15 milliónir í avdrøgum og 7 milliónir í rentum.