Minni til av ritu

Ritustovnurin í Føroyum minkar, tí ov fáar pisur koma undan. Seinastu fýra árini hava verið út av lagi ring. Orsøkin er helst, at lítið hevur verið til av nebbasild Hetta skrivar Fiskirannsóknarstovan á heimsíðu sínari.

Fyri at gera eina felags meting av støðuni er sjófuglabólkurin CBird, Circumpolar Seabird Group farin at savna allar upplýsingar um rituna, sum fuglateljarar liggja inni við. Fiskirannsóknarstovan umboðar Føroyar í hesum bólki, sum er undir felagsskapinum CAFF, Conservation of Arctic Flora and Fauna.

Síðani 1988 er á hvørjum ári talt, hvussu nógvir rituungar í miðal komu undan fyri hvørt reiður í Høvdanum í Skúgvi. Eisini eru tøl frá 1982 og 1986. Hesi úrslit vísa, at tað er sera stórur munur á, hvussu árini hilnast.

Bara 55 % av ritupørunum fáa ein unga á hvørjum ári, og tað er ov lítið til at halda stovninum í javnvág. Men ein partur av teimum pisunum, sum blivu floygdar tey góðu árini 1999-2002, eru uppi í búfuglastovninum nú. Møguleiki er tí fyri, at ritustovnurin kann menna seg aftur, verður sagt í greinini, sum Bergur Olsen hevur skrivað.