Tað skal síggja gott út
- Tá ið vit í Clickhaze spældu í Prix Føroyar finaluni í 2003, minnist eg eina nokkso ørkymlandi hending. Tá ið vit høvdu ljóðroynd, minnist eg, at fokus bara var á hvussu myndatólini skuldu stilla seg, og hvar ið vit skuldu hyggja. Heldur enn at leggja seg eftir at framføra góðan tónleik, so tóktist tað sum um fokus var á útsjóndini av tiltakinum. Hetta gav mær eina kenslu av, at prixið var farið heilt út av kós, sigur ein bersøgin Eivør Pállsdóttir.
- Men allíkavæl haldi eg, at tað er øðiliga keðiligt um prixið nú fer í søguna. Prixið hevur altíð verið ein stórur íblástur fyri teir yngru tónleikararnir. Tey ungu vilja gjarna læra av teimum tilkomnu, og tað er týdningarmikið hjá einum ungum bólki, at sleppa at standa á einum palli, og at royna at spæla ígjøgnum eitt ordiligt anlegg. Eisini er tað ómetaliga læruríkt at sleppa at spæla fyri eini stórari og heitari fjøld, greiður Eivør frá.
Íslendska Grand Prixið
Eivør metir, at prixið spakuliga er farin at líkjast einum røttum Eurovision tiltakið. Tað snýr seg ikki so nógv um tónleikin, men meir um hvussu tað heila sær út, og hvussu skjótt tað gongur.
- Tá ið eg luttók í tí íslendska Eurovision kendi eg meg heilt fremmanda. Eg visti ikki hvussu eg skuldi uppføra meg á pallinum.
- Eg kendi á mær, at fólk við hús vildu síggja ein flottan kjóla og hoyra eina komandi landaplágu, heldur enn at hoyra dygdargóðan tónleik. Hetta haldi eg vera heilt løgið. Hóast hetta, so skilji eg væl, at summum dáma tílík tiltøk, men hetta er bara ikki nakað fyri meg. Eg haldi at dugnalig tónlistarfólk skulu halda seg burturfrá tílíkum.
Hvat er tú kend fyri?
- Tað er týdningarmikið at spyrja seg sjálva, havt ið tað er man vil verða kend fyri. Um tú vilt vera kend fyri vakrar kjólar, og at vera nógv í fjølmiðlunum, so er tað ein erlig sak. Men um tú veruliga vil satsa uppá at skriva og liva sum dygdargóður tónleikari, so mást tú halda teg burtur frá tiltøkum, sum ikki virða tónleikin. Tiltøk sum leggja dentin á show, eru tíanverri vorðin gerandiskostur her á leiðum, og tað er stak óheppið.
- Mítt lív og mín tónleikur skal ikki dragast niður á eitt støði, har ið tónleikurin kemur í aðru røð, staðfestir Eivør.
- Tónleikurin er listin, sum eg fáist við, og tí vil eg halda hann so reinan sum til ber. Tónleikarar kunnu í dag, skriva eitt hit og leggja tað á netið. Um ein er heppin kann ein gerast heimskendur, fáa plátusáttmála og alt uttan nakrantíð hava staðið á palli. Hetta er púra øvugt í míni verð. Tað týdningarmesta hjá mær er, at eg ferðist nógv og spæli konsertir. Tað læri eg sera nógv av, og eg haldi at eg mennið meg.
- Men tá ið tú fer á pallin og spælir play-back ella okkurt sovorðið, so haldi eg at tiltakið er fari ov langt. Tað lærir tú ikki nógv av. Soleiðis var tað í tí íslendska Eurovision. Tað var bara eitt show, og prixið er tíðanverri eisini fari tann vegin, sigur hon.
Skal tað vera, so skal tað vera ordiligt!
- Tað gevur onga meining at gera eitt Prix Føroyar tiltak við hálvum hjarta. Vit kunnu ikki velja lættar og smartar loysnir. Skal tað vera, so skal tað vera eitt greitt fokus á tónleikin, og ikki á hvussu tónleikarin er ílatin, sigur Eivør greitt.
- Eg vóni at prixið hevur lív lagað, men ikki til ein hvønn prís. Tað skal vera fyri at stuðla uppundir føroyskum tónleiki, og tað krevst eisini at sjónvarpshyggjarar skilja tað. Vit mugu standa saman um tónleikin, og vónandi verður Prix Føroyar aftur ein dygdargóður karmur fyri okkara tónleik, sigur Eivør at enda.