Minni órudd fyri hvørt ár

Klaksvíkingar hava ruddað framvið Borðoyarvík í dag

Í sambandi við Umhvørvisvikuna plagar umsitingin hjá Klaksvíkar kommunu at rudda fjøruna við Borðoyarvík – frá Hellisenda og yvir til Mækjuvík. Nú veðrið var til vildar, varð farið avstað í dag.

 
Klaksvíkingar siga, at tað gleðiliga er, at hvørt ár, ruddað verður, er minni órudd – tó er altíð nakað av plastóruddi. Men samanumtikið er munandi minni at taka upp, enn fyri nøkrum árum síðan.


 
Hetta er altíð ein hugaligur dagur, har øll taka eina hond í og samstundis sum fjøran er vakrari og tú fært rørt teg, styrkir hetta um samanhaldið og trivnaðin annars.
 

Umhvørvisdeildin minnir á, at seinastu árini eru sett nógv ruskíløt upp um allan býin og er ynskiligt, at tey verða brúkt. Verður órudd kastað í náttúruni, ja so skal onkur annar taka tað upp aftur.