Nógv meiri toskur er komin upp á land fyrstu tíggju mánaðirnar í ár sammett við í fjør, og hóast samlaðu tonsini eru færri, er avreiðingarvirðið nógv størri. Góð 3.000 tons meiri av toski eru komin upp á land tíggju teir fyrstu mánaðirnar í ár sammett við sama tíðarskið í fjør.
11.123 tons eru komin upp á land higartil í ár, móti 8.028 tonsum tíggju teir fyrstu mánaðirnar í fjør. Hýsufiskiskapurin er mest sum hin sami, men munandi minni er komið upp á land av upsa í ár, sammett við sama tíðarskeið í fjør.
45.767 tons av upsa vórðu avreidd fyrstu tíggju mánaðirnar í fjør, meðan talið fyri somu tíð í ár er 36.785 tons. Tað eru 8.982 tons færri.
Veiðan eftir øðrum botnfiski ? brosma, longa og líknandi ? vaks tó góð 3.000 tons, so samlaða botnveiðan minkaði bert góð 3.000 tons, og tað svarar til 4%. Hinvegin vaks avreiðingarvirðið heili 28% úr 457.586 milliónir upp í 584.951 milliónir higartil í ár.
Størsti vøksturin er at finna í avreiðingarvirðinum á toski. Veiðan vaks við 3.095 tonsum, sum svarar til 39%, meðan avreiðingarvirðið vaks úr 100.127 milliónum upp í 156.964 milliónir. Tað er 56.837 milliónir svarandi til 57%.
Veiðan eftir flatfiski minkaði við 408 tonsum svarandi til 9%, meðan avreiðingarvirðið minkaði við 2.841 millliónum, sum svarar til minus 3%.
Samlaða veiðan minkaði við 4%, meðan avreiðingarvirðið vaks við 20% samanlagt, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Hagstovuni.