Minni í landsskatti - meira í kommunuskatti

Kommunurnar fingu í 2012 tilsamans 32,7 milliónir krónur meira inn í skatti enn í 2011. Tað vísir ein nýggj skattauppgerð frá TAKS.

Samanlagt fingu føroysku kommunurnar samanlagt 1,43 milliardir krónur inn í skatti, og vøksturin var 2,33 prosent samanborið við 2011.

Uppgerðin hjá TAKS vísir eisini, at landskassin samanlagt í 2012 fekk 1,23 milliardir krónur inn í skatti og hetta er slakar 275 milliónir krónur minni enn í 2011.

Inntøkurnar frá eftirlønarskatti vóru 213 milliónir kr., og kirkjuskatturin vaks 1,5 millión frá 2011 til 2012.