Minni lønarframskriving til Klaksvíkar Sjúkrahús

Elseebeth M. Gunnleygsdóttur spurdi landsstýriskvinnuna, hví sjúkrahúsið í Klaksvík ikki fær somu lønarframskriving, sum hini bæði sjúkrahúsini

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við heílsumálum segði, at tað er ikki altíð sama lønarframskriving til allar stovnar. 

 

Í hesum førii er talan um, at Landssjúrkahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús hava boðað frá, at tey hava trupulleikar, tí mugu tey fáa fullar lønarframskriving. Sama ynski er ikki komið frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

 

Norðoyar-tingfólkini  søgdu við ein munn, at tey ikki ivast í, at hetta er ein roynd at minka um virksemið á sjúkrahúsinum í Klaksvík.

 

Elsebeth M.Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin, var nøgd við svarið, men ikki við tað sum landsstýriskvinnan hevur gjørt.

 

-Hon berjist sum úlvur á skóg fyri at fáa nakrar milljónir til LS, men hon ger onki fyri at bøta um viðurskiftini á sjúkrahúsinum í Klaksvík.