Minni flokkar geva betri úrslit

Ein donsk kanning, sum er almannakunngjørd í altjóða tíðarritinum The Economic Journal, vísir, at karakterirnir í fella, tess fleiri næmingar eru í einum skúlaflokki. Harafturat vísir kanningin, at karakterirnir hjá teimum veiku næmingunum fella meiri enn hjá hinum.

Kanningin umfatar 600 næmingar og lærugreinina franskt. Á Danmarks Pædagogiske Universitetsskole, DPU, siga tey, at kanningarúrslitið er áhugavert.

-Hetta er fyrstu ferð, at vit hava fingið váttan fyri, at tað kann hava týdning, hvussu stórur flokkurin er. Vit fara at kanna hetta betur fyri at vita, um hetta eisini er galdandi fyri aðrar lærugreinar í fólkaskúlanum, sigur Niels Egelund, professari á DPU.

Kortini vil hann ikki mæla myndugleikunum til at gera flokkarnar minni.

-Eg hevði heldur brúkt pengarnar til betri undirvísingaramboð, fleiri vikarar og at eftirútbúgva lærararnar fyri, sigur Niels Egelund og vísir á, at Danmark er millum tey londini í heiminum, sum hava teir minstu skúlaflokkarnar. Hann heldur, at hesa støðu skal landið varðveita og gera meiri fyri teir veiku næmingarnar.