Minni fiskur upp á land í 2007

Samanborið við 2006 eru umleið 13.000 tons ella 10 prosent færri tons farin um avreiðingarskipanina í ár, og avreiðingarvirðið er minkað 70 mió. krónur ella seks prosent Nú avvreiðingartølini fyri 11 mánaðir av árinum eru tøk, kann staðfestast, at árið 2007 í mun til 2006 fer at roynast nakað lakari, bæði tá talan er um avreiðingarnøgd og -virði. Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.

Tað er avreitt minni av øllum teimum mest týðandi fiskasløgunum, í mun til sama tíðarskeið í 2006. Av botnfiski eru avreidd umleið 12 prosent minni og av flatfiski umleið 13 prosent.

Hagstovan sigur, at av tí at fiskaprísirnir sum heild hava verið góðir í ár, er avreiðingarvirðið ikki minkað líka nógv sum avreiðingarnøgdin. Botnfiskurin og flatfiskurin hava eina minking í avreiðingarvirði á ávíkavist 6 prosent og 9 prosent.