Minni fiskur av landinum

Útflutningur: Hagtøl hjá Hagstovuni vísa, at útflutningurin av fiski fimm teir fyrstu mánaðirnar av árinum var heldur minni enn um somu tíð í fjør: Í ár eru útflutt fyri góðar 1.451 mió. ímóti 1.682 í fjør. Hetta er ein munur uppá 230 mió.

- Fyrivarni skal takast fyri, at allur útflutningurin av t.d. uppisjóvarfiski helst ikki er skrásettur enn, sigur Hagstovan. Men mett verður kortini ikki, at hetta fer at ávirka stórvegis.
Hagtølini vísa, at verða skip og aðrar vørur tiknar frá, so er munurin ikki so stórur: Í fjør vórðu skip útflutt fyri 150 mió., meðan talið í ár einans er 40.
Samanlagt gevur alt hetta tí eina minking í útflutninginum uppá 117 mió. kr.