Minni fiskað av svartkjafti higartil í ár

Eftir veiðu sambært fráboðan, so var nakað meir av svartkjafti fiskað hesa tíð í fjør, í mun til sama tíðarskeið í ár.

 

Tað visa hagtøl frá fiskiveiðieftirlitinum.

 

Frá januar til fyrst í apríl vórðu fiskaði góð 140,000 tons hesa tíðina í fjør, harav 96,000 tons vórðu fiskaði í føroyskum øki.

 

Higartil í ár eru fiskaði góð 125,000 tons, harav størsti parturin er fiskaður í føroyskum øki, 52,400 tons.

 

Sambært fiskimálaráðnum, er svartkjaftakvotan er ásett at verða 476,901 tons í 2017.