Klokkan 14 verður fyrsta bríkslið í 27. og síðsta umfarinum í Formula deildini. Í morgun hevur veðrið verið stak ólagaligt. Tað hevur verið nógvur vindur, og tað hevur regnað illa.
Sambært veðurvánunum frá DMI, so verður veðrið frægari seinnapartin. DMI sigur, at vindurin fer at minka seinnapartin, at tað fer at klárna og at avfallið ikki verður so nógv, sum tað hevur verið. Hann sigur frá ælaveðri.
Vindurin er av útsynningi, og hitin verður millum 7 og 10 stig. Tað plagar at verða sagt, at útsynningur er góð ætt í Klaksvík, har NSÍ seinnapartin fer at fáa FM steypið og gullkrónurnar.
27. umfar
B36-HB: Dagfinn Olsen
KÍ-NSÍ: Eiler Rasmussen
Skála-AB: Ransin N. Djurhuus
B71-EB/S: Petur Reinert
VB/S-GÍ: Lars Müller
Støðan undan síðsta umfari:
NSÍ 60 stig
B36 52 stig
EB/S 51 stig
HB 46 stig
GÍ 35 stig
KÍ 32 stig
B71 32 stig
Skála 31 stig
AB 17 stig
VB/S 11 stig