Magnus Heinason var fyri páskir liðugur við kanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar. Fyribilsúrslitini vísa, at minni av svartkjafti stendur í føroyskum øki í ár enn tey seinastu árini. Hetta er serliga galdandi fyri tann smáa svartkjaftin, mestsum einki av ársgomlum svartkjafti var at síggja.
Tað skrivar Havstovan á heimasíðu sínari
Kanningarnar í ár vóru darvaðar av veðri. Svartkjafturin spjaðist og er verri at síggja á ekkóloddinum tá illveður er. Í illveðri er eisini nógv av luftbløðrum í sjónum, sum blokera ekkó- signalið. Hetta førir við sær, at fiskurin ikki verður skrásettur á ekkóloddinum og verður tí ikki taldur við í metingunum. Hetta ger, at úrslitini, tá talan er um nøgd, eru minni álítandi í ár enn í fjør.