Minni arbeiðsloysi í Íslandi

Í Íslandi var arbeiðsloysið í juni tað minsta í hjálvtfjórða ár. Í prosentum var tað 4,8, sum var næstan eitt prosentstig minni enn í mai. Í meðal vóru 8.700 fólk arbeiðsleys í juni ella meiri enn 1.000 mánaðin undan.

Tá kreppan brast á í Íslandi í september í 2008, var arbeiðsloysið bara 1,3 prosent. Hálvtannað ár seinni, í februar í 2010, var tað 9,3 prosent.

Tey nýggju tølini vísa, at í juni var arbeiðsloysið í Reykjavík og har á leiðini umleið tvey prosentstig størri enn á bygd. Í høvuðsstaðarøkinum var tað 5,5 prosent og 3,5 prosent á bygd.

Í tølunum sæst eisini, at umleið 40 prosent hava verið skrásett arbeiðsleys í eitt ár ella longri. Tað er 440 færri enn ein mánað frammanundan, sigur hagstovan í Reykjavík.