Við nógvar russiskar sendistovur kring heimin eru blómur lagdar at minnast russiska andstøðupolitikaran og størsta atfinnaran hjá Vladimir Putin, Aleksej Navalnyj, sum doyði í russiskari fangalegu í Sibira fríggjadagin.
Men eisini síggjast blómur í Føroyum at minnast Aleksej Navalnyj.
Russiskur konsul í Føroyum er Maria í Akrabyrgi, sum er annar av stjórunum í shippingfelagnum Faroe Agency, sum heldur til Yviri við Strond 25 í Havn.
Í kvøld vórðu fyrstu blómurnar lagdar uttan fyri skrivstovuna hjá konsulátinum at minnast Aleksej Navalnyj.
##med2##
Í Russlandi eru nógv fólk longu dømd fongsulsrevsingar fyri at minnast mótstøðumannin hjá Putin. Í Sankta Pætursborg eru 154 fólk dømd upp í 14 dagar fongsul fyri at fara út á gøturnar at minnast Navalnyj.
Í sjónvarpsgudstænastuni í gjár, sum varð send úr Hoyvíkar kirkju, nevndi Theodor E. Olsen, prestur, eisini Navalnyj, sum tapti stríðið ímóti Putin, men gav tað dýrabarasta hann hevði, lívið.
##med3##
Navalnyj varð fongslaður í 2021 og seinni settur í eina revsileguna IK-3 í Jamal-Nenets økinum.
Hann er kendur atfinnari hjá Vladimir Putin og stýri hansara.
Deyðsorsøkin er enn ókend.
Eitt sindur um Aleksje Navalnyj:
Hann var 47 ára gamal, føddur 4. juni í 1976.
Føddur í Butyn, ein bygd vestan fyri høvuðsstað Russlands, Moskva.
Útbúgvin løgfrøðingur.
Hevur verið kendur fyri mótmæli síni ímóti russiska forsetanum, Vladimir Putin.
Hann almannakunngjørdi í 2016, at hann fór at stilla upp til forsetavalið í Russlandi í 2018, men slapp ikki at stilla upp, tí hann er dømdur fyri falsan.
Varð í 2021 fongslaður, tá hann fór heim aftur til Russlands eftir at hava verið innlagdur á sjúkrahúsi tí hann varð eitraður og mundi doyð.
25. desember í 2023 kom fram, at Navalnyj var í eini arktiskari revsilegu.
Navalny er fleiri ferðir fyri tað handtikin og fongslaður – millum annað skuldsettur fyri undandrátt og fyri at skipa fyri ólógligum tiltøkum. Hann hevur alla tíðina hildið uppá, at skuldsetingarnar eru politiskt grundaðar.
##med4##
##med5##
##med6##