Anfinn Kallsberg varð valdur á ting fyrstu ferð í 1980 og afturvaldur sjey ferðir, seinastu ferð í 2008. Hann gavst sum politikari í 2011.
Áðrenn hann kom upp í landspolitikk var hann bygdarráðslimur og borgarstjóri á Viðareiði. Í landspolitikki royndi hann øll álitisstørvini, fyrst løgtingsmaður, løgtingsformaður, landsstýrismaður, løgmaður og fólkatingsmaður.
Sum siður er fer Løgtingið at minnast Anfinn Kallsberg við minningarorðum, tá tingfundurin byrjar.
Skráin fyri tingfundin í dag klokkan 11 er hendan:
1. Minningarorð um Anfinn Kallsberg
2. 3. viðgerð LM-055/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Grønar hitaloysnir, talgildir fjølmiðlar og talgild avgjaldsuppgerð)
3. 2. viðgerð LM-064/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja sambýli til fólk við menningartarni og fjølbreki (Hægri fíggjarkarm)
4. Aðalorðaskifti sambært §51, stk 4 í tingskipanini um public service-sáttmála millum Kringvarp Føroya og Almanna- og mentamálaráðið - 1. apríl 2024 til 31. mars 2028
5. Framløga