Minkandi áhugi fyri sigling og fiskiskapi

Formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Eyðstein Djurhuus, ásannar, at áhugin fyri sigling og fiskiskapi er alsamt minkandi, serliga millum tað yngra fólkið Eins og Føroya Fiskimannafelag helt landsfund, helt eisini Føroya Skipara-og Navigatørfelag aðalfund í Norðurlandahúsinum í gjár.

Undan fundinum hjá FSN, ásannaði formaður felagsins, Eyðstein Djurhuus, at áhugin fyri sigling og fiskiskapi er alsamt minkandi, serliga millum yngra fólkið. Miðalaldurin á sjófólki hækkar skjótt, og torført er at fáa manning til skipini. Nú hava fleiri skip ein part av manningini úr útlondum. Neyðugt er tí hjá felagnum at tosa innanhýsis um hetta álvarsmál.

Tá ið Portalurin var framvið í Norðurlandahúsinum í gjár, tosaðu vit tvey orð við Eyðstein, ið tók við sum formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag eftir Ellint Abrahamsen.

Vit spurdu, um hansara felag hevur nakrar viðmerkingar til verkfallið, sum er í fiskiskipaflotanum, tí Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag ikki kunnu semjast um nýggjan sáttmála.

- Nei, vit hava onga viðmerking til sáttmálastríðið og vilja als ikki blanda okkum upp samráðingarnar millum feløgini, sigur hann.

Í samrøðum hava bæði Føroya Reiðarafelag og Føroya Fiskimannafelag onkuntíð víst á, at yvirmannapartarnir kanska eru ov stórir. Kortini vil Føroya Fiskimannafelag ikki siga hetta alment, tí felagið sjálvsagt einki hevur ímóti, at aðrir starvsbólkar hava góðar treytir.

- Um yvirmannapartarnir eru ov stórir ella ov smáir, veldst um, hvussu tú sært upp á hetta, men tað er ein sannroynd, at hesir heldur eru minkaðir enn vaksnir, sum árini eru liðin, segði Eyðstein Djurhuus í stuttari viðmerking.