Minkaðu munandi um talið á ólógligum prutlum

Løgreglan var á eini rættiligari herferð í gjár

Koyring við ólógligum prutlum er ein trupulleiki víða um landið, men í gjár var løgreglan á eini rættiligari herferð í eini bygd í Suðurstreymoy. Løgreglan sigur, at tey tóku heili sjey prutl, sum øll vóru broytt soleiðis, at tey koyrdu skjótari enn tey hava loyvi til.

 

Tað merkir, at førarin fær bót, men men prutlini missa eisini nummarplátuna, og tær fáa ikki nýggja nummarplátu fyrr enn eigarin hevur gjørt prutlið í upprunaligan stand aftur so at tey ikki koyra skjótari enn loyvt er.