Minka frádrátt hjá fiskimonnum og avtaka frádrátt fyri arbeiði uttanlands

Sum liður í at fíggja skattalættan minkar fiskimannafrádrátturin. Uttanlandsfrádrátturin og samdøgurfrádrátturin verða tikinir av

At hava serligar skattaskipanir til partar av arbeiðsmarknaðinum avlagar arbeiðsmarknaðin, søgdu tey trý forfólkini í samgonguflokkunum, Aksel V. Johannesen, løgmaður, Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, frá á tíðindafundi í Tinganesi fríggjadagin.

 

Fiskimannafrádráttur minkar í tveimum. Mesti frádrátturin, sum í dag er 14% av 470.000 kr., verður lækkaður niður í 400.000 kr. í 2024 og 300.000 kr. í 2025. Mett verður, at tað gevur tilsamans 11 mió. kr.

 

Uttanlandsfrádrátturin avtikin yvir 5 ár. Skatturin av uttanlandsinntøku er í dag 35%, men fyrst skulu 30% dragast frá upp til 120.000 kr. Hetta merkir, at skatturin av fyrstu 400.000 krónunum er 24,5% og síðani 35% av restini.

 

Uttanlandsfrádrátturin, sum er upp til 120.000 kr. verður avtikin yvir 5 ár. Hámarkið verður lækkað árliga við 24.000 kr., til frádrátturin er heilt burtur í 2028. Mett verður, at hetta gevur um 38 mió. at avtaka uttanlandsfrádráttin.

 

Samdøgurfrádrátturin avtikin yvir 5 ár. Samdøgurfrádrátturin, sum í dag er 300 kr um dagin, verður lækkaður við 60 kr. hvørt ár soleiðis, at hann er heilt burtur í 2028. Mett verður at tað gevur tilsamans 5 mió kr. at avtaka samdøgursfrádráttin.

 

Hugsanin við samdøgursfrádráttinum er at leggja upp fyri teimum serligu útreiðslunum, sum krevjast fyri at kunna arbeiða uttanlands, so sum ferðing, gisting o.a. Í allar flestu førum er tað tó arbeiðsgevarin, sum rindar hesar útreiðslurnar, og tí virkar frádrátturin sum ein stuðul til arbeiði uttanlands.

 

Sambært Norðurlendsku konventiónini um sosiala trygd er persónur sosialt tryggjaður og skal rinda sosial gjøld í landinum har viðkomandi arbeiðir. Til dømis skal persónur, sum býr í Føroyum og arbeiðir i Norra, gjalda til NAV.

 

Sambært verandi skattalóg fáa tey, ið arbeiða uttanlands, frádrátt í skattinum fyri sosialgjøld uttanlands.

 

Tað er í andsøgn við endamálið við reglunum um tvískatting, at frítøka verður latin í skattinum fyri eitt gjald, sum viðkomandi er frítikin at gjalda í Føroyum, sigur Fíggjarmálaráðið.

 

– Eftir at staðfest er, at bæði heilsutrygdargjaldið og gjaldið til samhaldsfasta eru fevnd av norðurlendsku sosialkonventiónini, er ikki longur grundarlag fyri hesum frádrátti. Tí verður hesin frádráttur strikaður, skrivar ráðið.

 

Í uppskotinum verður tó einki gjørt við skatting av altjóða sigling – FAS og DIS – sum er at rokna sum serliga flytfør.