Minka ferðina við elektroniskum skelti

Tá Norðoyatunnilin letur upp fer fólkið í Gøtu uttan iva at merkja sera nógv til ta øktu ferðsluna gjøgnum bygdirnar.

Hetta vita tey hjá Landsverki eisini, og hava tey í eina tíð arbeitt við ein loysn, sum miðar eftir at tálma ferðsluna gjøgnum økið við Gøtugjógv. Her liggja stovnar av ymiskum slagi eisini liggja, m.a. ein barnaskúli.
Hósmorgunin er ætlanin at taka í nýtslu eitt sokallað elektroniskt skelti við Gøtu skúla. Líknandi skelti sum hetta verða somuleiðis sett upp í Søldarfirði, Sandavági og á Skipanesi.
Til tess at markera hetta verður kunnandi fundur um hesa verkætlanina í Gøtu hósmorgunin, har umborð fyri løgregluna, Ferðslutrygd, Landsverk, skúlarnar og kommununa verða við.