Smyril Line bjóðar í apríl mánaði fólki at fara á eina cruiseferð til Íslands fyri lítið og lætt. Tað ber til at sleppa avstað fyri niður í 200 krónur fyri hvønn.
Smyril Line greiðir soleiðis frá ferðini til Íslands:
Sigið gerandisdegnum farvæl og njótið eitt frálíkt minicruise við Norrönu til Íslands og aftur. Slappið av á túrinum, njótið friðin, góða matin og tey góðu taxfree tilboðini. Vit liggja í hálvanannan dag í Seyðisfirði, har høvið verður at fara í land og taka egnan bil við og koyra hagar einum lystir. Síggið víddirnar, stórfingna mánalandslagið og baðið í heitum keldum. Búgvið umborð á Norrönu meðan vit steðga í Seyðisfirði.