Millum vælsignilsi og forbannilsi

Ummæli: Er lívið eitt vælsignilsi? Ella eitt forbannilsi? Ella eitt sindur av hvørjum? Jóanes Nielsen er í hornatøkum við sjálvan eksistensin í øllum sínum grimleika í meistaraliga leikinum “Aftan á undrið”, sum Tjóðpallur Føroya í hesum døgum framførir á Meiarínum.

Lítla trædukkan Pinocchio gjørdist menniskja. Og so endaði søgan.

Men tað er tá, at søgan veruliga byrjar. Tað er í hurðagapinum inn til lívið, at søgan hjá okkum mannabørnum fer í gongd. Uttan mun til, um vit hava hug til ferðina ella ikki, so er eingin vegur uttanum. Uttan sjálvmorðið, sjálvandi.

Hetta fær Pinocchio at vita í eini samtalu við tann grima Heggen prest tíðliga í leikinum:

“Menniskjan stendur á gáttini til lívið, og (...) tað ber ikki til at bakka. Tað finst bara ein gongd leið”.

“Hvør er hon?”, spyr tann forvitni Pinocchio.

“Tað er tín egna leið”, teskar Heggen prestur.


Stórfingið

Jóanes Nielsen er í hornatøkum við stórar og svárar spurningar í nýggja leikinum hjá Tjóðpalli Føroya, “Aftan á undrið”, sum í hesum døgum verður framførdur á Meiarínum í Havn. Og lat tað vera sagt beinanvegin, at talan er um eitt meistaraverk. Eitt dramaturgiskt, visuelt, tónlistarligt og eksistentielt meistaraverk, sum staðfestir, hví leiklistin er ein so sterk listagrein, tá hon riggar.

Bøkur hava orðini, sum eru festar á blað. Tónleikurin hevur ljóðið, sum kemur frá ljóðførunum. Men sjónleikurin hevur orð, ljóð og kroppar. Og “Aftan á undrið” er av sonnum ein sansamettandi uppliving. Ein estetiskur rúsur. Ein eksplosión av leikarum, tónleiki, sangi, ljósi og dreymakendum pallmyndum. Ein tann størsta uppsetingin hjá Tjóðpallinum nakrantíð.

Og lat tað eisini vera sagt, at tað er við eyðmjúkum og bivandi hjarta, at undirritaði, sum ikki hevur leiklistarliga útbúgving, skrivar hesar reglur. Tí “Aftan á undrið” er eitt multidimensionelt listaverk, sum hevur uppiborið at verða viðgjørt á fleiri stigum og í sama klassa, sum leikurin sjálvur er í. Hesar reglur skulu tí ikki lesast sum ein fullgjørd meting, men sum eitt ískoyti, sum vónandi kann seta orð á okkurt av tí intensu uppliving, sum Tjóðpallur Føroya, ein føroyskur rithøvundur, ein íslendskur leikstjóri, átta heilhjartaðir leikarar, ein frálíkur tónasmiður pluss øll hini kring leikin í hesum døgum borðreiða við.


Deyðin

Tað er trupult og stundum ørkymlandi at hyggja at leikinum. Mørkini millum veruleika og hugflog eru kám. Og mørkini millum fortíð og nútíð eru heldur ikki týðilig. Høvuðspersónurin Dávid, ein 12-13 ára gamal smádrongur við heilasvulli, blandar konstant dreym og veruleika, tá hann flýggjar inn í ævintýrheimin hjá Pinocchio og blandar element frá sínum egna veruleika við verðina hjá italska rithøvundanum Carlo Collodi, sum í 1880´unum skrivaði søguna um trædukkuna, sum bleiv livandi. Søgan flytur seg ímillum ein ítøkiligan og ein mytologiskan heim, og symbolikkurin, surrealisman og stundum eisini absurditeturin geva tí ítøkiligu tulkingini av søgugongdini konstant mótspæl. Tað er tíðum frustrerandi, men tað er samstundis ein intellektuell avbjóðing, tí upplivingin skal sodna, búnast og fáa skap í hugaheiminum hjá áskoðarunum rúma tíð eftir, at leikurin er liðugur. Søgan rúmar við øðrum orðum eina dýpd, sum allarhelst skilir vøtnini, tá móttakarin skal gera seg klókan uppá, hvat Jóanes Nielsen í grundini vil kommunikera.

Á tí ítøkiliga støðinum hevur tematikkurin eisini eina breidd. Sjónleikurin snýr seg um eitt forfjónað barn við einum høgum deyðsmedviti. Um hjúnabandskreppur. Um konubuking. Prostitutión. Alkoholismu. Ótrúskap. Sjúku. Deyðsótta. Deyðslongsul. Religión. Og óivað mangt, mangt annað.

Men sum eg sat í myrkrinum á lítla Meiarínum, fekk tann reyði tráðurin rættiliga skjótt eitt eksistentielt skap. Tað snýr seg um spenningin ímillum lív og deyða. Pinocchio-dukkan hjá smádronginum Dávidi spyr tíðliga í leikinum, um tað er vandamikið at doyggja. Og tá Dávid er flýggjaður inn í dreymaverð, bedýrar hann fyri svørtu kaninunum, at hann í øllum førum ikki ætlar sær at doyggja. Men kaninirnar svara, at man má liva, áðrenn man doyr. At tað hevur týdning at venja seg til at doyggja. Og at tann lítli og sjúki Dávid, sum í sínum dreymum er ein frískur Pinocchio, longu er eitt sindur deyður.


Lívið

Niðurteljingin byrjar í móðurlívi. Tímaglasið rennur frá fyrsta sekundi. Og spurningurin er so, hvussu vit menniskju liva okkara lív við deyðanum sum fortreyt. Heggen prestur, ein annar figurur í dreymaverðini hjá Dávidi, sum greitt endurspeglar pápa Dávid, setur orð á menniskjunnar eksistentiella útgangsstøði við orðum, sum fær tankarnar at leita til Jean Paul Sartre, Albert Camus og kompaní:

“Hin Almáttugi letur okkum timbrið, men vit mugu sjálvi smíða hurðarnar inn í morgindagin. Hin Almáttugi letur okkum orðini, men vit mugu sjálvi seta tey saman í føgur orðatyssi”.

Pinocchio-dukkan hjá Dávidi spyr, um tað er vandamikið at doyggja. Men leikurin tykist eins nógv spyrja, um tað er vandamikið at blíva føddur. Og svarið er eitt rungandi ja. Tað er stein etandi vandamikið at blíva føddur! Tí við føðingini kemur lívið. Uppá gott og ónt.

Og tað eru persónarnir í søguni livandi dømi um. Tann alkoholiseraða og prostitueraða mamma Dávid (Birita Mohr). Pápin til sjúka smádrongin, spældur av Hans Tórgarð, sum bukaði fyrrverandi konuna. Sum rýmdi frá familjuni og kom saman við einum lækna og trúboðara umborð á trúboðaraskipinum Logos, sum forrestin hevur ligið við kei í Havn. Nýggja konan eitur Flora (Barbara Christophersen). Ein smápsykotisk og religiónsforstýrað kvinna við bert einum beini, sum hevur mist sítt barn og nú samlar uppá deyðar summarfuglar. Kaotiskar lagnur við innistongdari líðing, sum av og á brúsa fram í dramatiskum pallmyndum.


Birita og Hans

Leikurin hevur eina fríska samanseting av royndum og óroyndum leikarum, og øll átta levera vøruna. Tað er freistandi at siga “eingin nevndur, eingin gloymdur”, men eg kann ikki lata vera við at nevna “the grand old folks” Hans Tórgarð og Biritu Mohr, sum enn einaferð brilliera.

Birita Mohr hevur eminent evni til at balansera ímillum tað vulgera og tað sensitiva, sum skapar eina nuanseraða mynd av eini eymari mammu, sum hjúklar um sítt sjúka barn. Sum leingist eftir rýmda manninum. Men sum eisini osar av rótloysi, beiskleika og kynsligum villskapi. Og Hans Tórgarð alias Kaspar og Heggen, sum á mangan hátt er eitt ósympatiskt reyvarhol, men sum eisini rúmar innibyrgda líðing, sum er hjartaskerandi. Man verður heilt einfalt sogin inn í teirra univers. Tað er sjónleikur, tá hann er best.


Undrið

Í søguni um Pinocchio gjørdist lítla trædukkan loksins menniskja. Men er tað nakað at ynskja sær? Er tað vist, at yvirgongdin frá lívleysari trædukku til livandi menniskja neyðturviliga var eitt framstig ella ein uppgradering? Lítli Dávid fer í øllum førum øvugtan veg, tá hann flýggjar frá kaotiska lívinum og rísur upp sum Pinocchio. Og spurningurin hongur í luftini, um lívið er eitt forbannilsi ella eitt vælsignilsi? Ella eitt sindur av hvørjum?

Í einum av dreymunum hjá Dávidi spyr Heggen prestur, hvat menniskjað er fyri nakað. Pinocchio svarar, at menniskjað er ein einsamallur skapningur í einum hurðagapi.

“Sum leingist eftir undrinum”, grælar úr tí ófrættakenda prestinum.

Sum leingist eftir undrinum? Í søguni um Pinocchio er tað stóra undrið, at Pinocchio gerst livandi. Undrið er føðingin. Undrið er lívið. Men undrið kann eisini vera deyðin, sum menniskju stundum leingjast eftir, tá lívið gerst ov tungt. Eitt undur, sum setir endaligt punktum fyri allari líðing og kvøl. Deyðin sum forloysandi frelsa kemur eisini til sjóndar í seinastu pallmyndini, tá revurin, katturin og veggjasmiðurin eygleiða eina jarðarferð:

Katturin: “Eg hevði viljað havt tað sum menniskjuni. Sloppið at lagt meg at sovið og ongantíð vakna aftur”.

Revurin: “Ein ævintýrvera átti ikki at blivið meiri enn hundrað ár (...) Eg hati hetta ævintýrslívið”.

Veggjasmiðurin: “Vit gerast heldur ongantíð hetjur. Bara tey deyðiligu kunnu gerast hetjur”.

Eg skal ikki koma við nøkrum endaligum svari uppá, hvat undrið er fyri nakað. Og hvat hendir “aftan á undrið”. Men Jóanes Nielsen hevur skrivað ein leik, sum starir niður í avgrundina uttan at hyggja til viks. Sum starir ímóti himni uttan at blunka. Sum tekur kampin upp við sjálvan eksistensin í øllum sínum grimleika.

Og tøkk fái tú fyri upplivingina, Jóanes.


Myndatekstir:

- Hin Almáttugi letur okkum timbrið, men vit mugu sjálvi smíða hurðarnar inn í morgindagin, sigur tann grimi Heggen prestur, meistaraliga spældur av Hans Tórgarð.

Mynd: Finnur Justinussen


“Aftan á undrið” er ein frísk samanseting av royndum og óroyndum leikarum. Her eru yngstu leikararnir Mariann Hansen og Durita Dahl Andreasen – í eini sexutari útgávu

Mynd: Finnur Justinussen


Kristina Sørensen Ougaard í høvuðsleiklutinum sum smádrongurin Dávid við heilasvulli, sum flýggjar inn í heimin hjá trædukkuni Pinocchio

Mynd: Finnur Justinussen


Birita Mohr spælir Tove. Ein eym og alkoholiserað móðir, sum sveimar ímillum vulgaritet og sensitivitet.

Mynd: Finnur Justinussen