Sandavági:Tey eru limir í einum kajakkfelag í Helsingborg í Svøríki, hesi fýra fólkini, sum um dagarnar síggjast ymsastaðni kring landið við sínum kajakkum.
Tey hava ikki verið í Føroyum fyrr, men hava eftir førimuni roynt at fyrireikað seg sum frægast til føroysk viðurskifti, greiða tey frá.
Tey hava fingið sær kort, tó ikki sjókort, yvir Føroyar, og hava annars roynt at fingið upplýsingar av ymsum slag um landi og serliga farvatnið kring oyggjarnar.
Hendan dagin, Sosialurin hitti tey á sandinum í Sandavági, ætlaðu tey at fara ein túr fram við landi út móti Trøllkonufingri og kanska Presttanganum. Dagin fyri høvdu tey veirð á Sørvági og høvdu róð út á Pollin í Tindhólmi og síðan tvørtur um fjørðin inn at lendingini í Gásadali, men vóru kortini ikki farin í land nakrastaðni.
Tey vóru áhugað í at vita um streym, og hvat veðurtíðindini søgdu. Høvdu ætlanir um at rógva úr Vestmanna til Saksunar. Tó var ikki vist, at tað fór at verða til nakað, tí júst tá varð sagt frá útnyrðingi, og tað, roknaðu tey skjótt út, fór ikki at vera nøkur ætt soleiðis at rógva fram við Vestmannabjørgunum við kajakk í.
Hetta eru fólk, sum eru von at rógva í kajakk, skilst á tosinum. Tey hava ferðast ymsastaðni fram við svensku og donsku strondunum, greiða tey frá.
Kajakkirnar eru væl útgjørdar. Goymslurúm eru aftantil, har lúkurnar verða skalkaðar og stongt verður við lykli fyri at tryggja, at sjógvur ikki sleppur til. Tað sama er framman fyri mannholið, eins og rundan um tann, sum rør, skalkað við gummidúki, sum situr stramt um persónin, so heldur einki sleppur niður tann vegin.
Og kortini er einki sikkurt, so ein hondpumpa liggur bundin frammam fyri mannin. Har liggja eisini kumpass og kort í plastikhylki, so sjógvur ikki sleppur at.
Umframt árarnar er eisini róður at stýra við, hóast tað er lítið. Ein endi, sum festur er í báðum borðum, er sambandið hjá manninum við róðrið.
Tey taka hvør sína kajak í hondina. Ikki eru tær tyngri enn so. Leggja tær á sandin.. Síðan seta tey seg í tær og skumpa so við hondunum, til tey flóta. Fara so spakuliga út við Sondum og hvørva undir brimgarðsendanum Úti á Bakka.










