Dorit Hansen
----------------------------
Eg vil hoyra frá okkara kvinnu í London. So stutt kann dagsins miðlateigur skrivast. Um eina viku er val í Stórabretlandi, okkara stóra granna fyri sunnan. Valstríðið koyrir við fullari ferð í bretsku miðlunum, tríggir floksformenn stríðast um valdsmikla forætisráðharrastarvið, og politikarar úr øllum sambandsríkinum skifta orð um millum annað vælferð og valskipanir. 646 fólk skulu veljast, og politiska kósin næstu fimm árini er uppá spæl.
Men bretska valstríðið fær lítið afturljóð í føroysku miðlunum. Onkur lítil tíðindastubbi frá Reuters hevur verið í útvarpinum, og Dimma hevur havt eina Herald Tribune grein. Men eg sakni eina føroyska viðgerð. Kringvarpið hevur annars mangan dugað væl at at dekka valstríð í grannalondunum. Vit hava hoyrt frá Høgna í Íslandi, Hugo í Noregi og Hera í Svøríki, so nú bíða vit bara eftir einum Hanusi ella einari Henriettu beinleiðis úr London.
Umframt at vera kritiskur vakthundur hava miðlarnir jú til uppgávu at skapa samfelag. Vit vilja hava søgur, sum geva okkum kenslu av rúmsáttum felagsskapi. Søguligar greinar hjá Pól á Kletti og Óla Jacobsen, menniskjaligar samrøður við Jógvan Arge og Armgarð Arge og persónligar oyggjasøgur frá Snorra Brend geva okkum myndir, sum vit kunnu samspegla okkum í. Nýggja sjónvarpssendingin, Frætt og Fregnað, fyllir sama tørv.
Fríggjakvøldið vitjaði Tórður Mikkelsen við Gjógv, og tað var, sum merkti eg mínar innaru røtur strekkja seg eftir ísakalda áarvatninum, sum rann oman móti sjóarmálanum, har gjáarmaður hevði bygt drátt uttan at spyrja nakran eftir. Ikki tí eg havi nakað við Gjógv at gera ella eri partur av einari líknandi bygdarmentan, men bara tí at hetta er okkara hugskapta samfelag, hetta eru vit. Í lítlu stovuni sita vit og fáa kenslu av at vera partur av nøkrum størri.
Men eitt samfelag verður ikki bara skapt við rótum og nalvaskáan. Vit skulu eisini hava mørk úteftir, fíggindamyndir og grannamyndir at samanbera okkum við. Uttanlandssendingar og -greinar eiga tí at vera partur av einum góðum miðli. Her hugsi eg ikki um søgur um, at ein skálamaður byggir eitt klaver í Johannesburg, ella ein tvørakona gravar eitt hol í Meksikobýi, men søgur, sum veruliga varpa ljós á onnur samfeløg enn okkara egna.
Dimma eigur rós uppiborið fyri sínar Herald Tribune greinar og føstu uttanlandssíður, men tað gevur nakað eyka, tá man merkir at tingini vera viðgjørd úr føroyskum sjónarhornið. Og man hevur kanska loyv at droyma – um ikki annað – um politiskar uttanlandssendingar á støði við Beatles-sendingarnar hjá Suna Merkisstein, har heimsstjørnur, ensk sitat, føroysk viðgerð og føroyskir ummælarar ganga upp í eina hægri eind.
Beint nú er politiska javnvágin í Stórabretlandi millum Labour og teir konservativu hótt av hvíta Obamakopinum, liberaldemokratiska Nick Clegg, spurningar verða settir við sjálva valskipanina við 646 valdømum, og onglendingar tosa um at skerja atkvøðurrættin hjá skotskum og walisiskum løgtingslimum, tí hesi øki nú hava fingið heimastýri. Viðkomandi evnir, sum kunnu seta okkara heimliga kjak í perspektiv So sendi nú Henriettu avstað!










