Vit fluttu 22 pláss upp. Vit struku framvið londum sum Luksemburg, Liktinstein og Ísland og upp undir liðina á Wales.
Føroyar og Wales býta sama sess, nummar 114, á styrkislistanum, hvørs almenna navn er FIFA/Coca-Cola World Ranking. Bæði við 273 stigum. FIFA hevur tó valt at seta Wales omanfyri Føroyar. Hyggja vit eftir sama lista, men bara fyri evropeisku londini, hevur FIFA sett Wales sum nummar 45 og Føroyar nummar 46, hóast stigatali er tað sama. Hetta er at undrast yvir!
Spurningurin er tí, hvussu tað ber til, at FIFA hevur sett Wales omanfyri Føroyar á hesum lista? Bókstavaraðið er í øllum førum ikki brúkt, tí F kemur flestum kunnugt áðrenn W.
Ein frágreiðing kundi verið, at av tí, at Wales lá omanfyri, tá FIFA gjørdi styrkislistan fyri mai og tískil liggur omanfyri, nú liðini liggja ájøvn í stigum. Hetta er tó ikki ein regla, sum er galdandi, og í februar finna vit dømi um hetta.
Tá vóru Costa Rica og Tunis ájøvn í stigum og lógu nummar 48, men Costa Rica var fyrrnevnda liðið. Hyggja vit so at listanum fyri januar, so var Tunis nummar 44 og Costa Rica nummar 69. Sostatt ber tað til hjá einum landi at enda frammanfyri annað land á listanum, tá stigatalið er tað sama, hóast landið var aftanfyri á seinasta styrkislistanum.
Tað kann illa merkja annað, at FIFA brúkar desimalar eins og í vanligari rokning og tað ger støðuna hjá føroyska landsliðnum upp aftur meiri áhugaverda.
Plaga at raka rætt
Heimasíðan football-rankings.info ger eins og FIFA ein styrkislista. Tey brúka sama leist sum FIFA ger, men síggja ein heiður í at kunngera úrslitini nakrar dagar áðrenn FIFA kunnger almenna styrkislistan. Talan er um ein óalmennan lista, sum kortini verður nógv brúktur av altjóða fjølmiðlum. Í Miðlahúsinum vita vit ikki um, at útrokningarnar hjá football-rankings.info ikki hava rakt blett, og tað er eisini ein av orsøkunum til, at viðurkendir miðlar eisini brúka listan.
Hesaferð hevur football-rankings.info tó gjørt eitt øðrvísi enn FIFA hevur. Føroyar liggja nevniliga omanfyri Wales á listanum, og tað grunda tey á desimalar. Teirra útrokningar vilja vera við, at Føroyar hava 273,4821429 stig meðan Wales hevur 273,412987. Tað vil siga, at Føroyar eru 0,0691559 stig betri enn Wales.
Siga útrokningarnar hjá FIFA tað sama, so verða tað altso 0,0691559 stig, sum seta Føroyar omanfyri Wales og harvið eisini í hægri styrkisbólk. Siga útrokningarnar hjá FIFA nakað annað, sum okkurt bendir á, síðani Wales liggur omanfyri Føroyar á FIFA/Coca-Cola World Ranking, so verða vit verðandi í veikasta styrkisbólkinum hjá FIFA.
rolant@sosialurin.fo