Fótbóltur
Fyrstu uppgávurnar hjá Mark Hughes í Manchester City vóru annars yvirkomuliga, tá felagið sendi EB/Streym úr UEFA-Cup kappingini.
Men við nýkeypum í tí heilt dýra flokkinum varð roknað við, at Manchester City skuldi annað og meira enn at standa seg hampuliga væl í UEFA-Cup kappingini.
Í Premier League hevur tó als ikki gingist eftir vild, og leygardagin dumpaði felagið so ruddiliga í FA-Cup kappingina, tá tað á heimavølli gjørdist til 3-0 tap móti Nottingham Forest.
Men hóast hetta, so heldur Mark Hughes ikki, at eitt venjaraskifti er nakað, sum skal koma upp á tal.
- Eg veit akkurát, hvat okkum tørvar, og vit arbeiða hart hvønn dag fyri at røkka hesum. Men sjálvandi skal tú eisini vísa dygirnar í dystum, og tað vóru tað ov nógvir, sum ikki gjørdu í dag, segði venjarin við ensku miðlarnar eftir dystin.
Í ensku miðlunum verður sagt, at Hughes hevur á leið £60 mió at styrkja um hópin við í januar mánaði. Fyrsta keypið er longu gjørt, tá Chelsea fekk á leið £12 mió fyri Wayne Bridge.