Nakað, sum eisini kann fáa óbeinleiðis týdning fyri oljuleiting við Føroyar. Stjórin í BP, eini av heimsins størstu fyritøkum, Sir John Browne hevur júst boðað frá, at felagið nú fer undir at útbyggja risastóra oljufeltið Clair, sum varð funnið í 1978. Einki hevur verið gjørt við feltið higartil, tí tað hevur verið mett tøkniliga sera trupult. Nú er tøknifrøðin so mikið framkomin, at tað verður mett ráðiligt og lønandi at fara undir oljuframleiðslu frá feltinum. 750 mill. dollarar eru settir av til framleiðslupall oa. ella umleið 5-6 milliardir kr. Framleiðslan skal byrja í 2004.
Eisini er tað áhugavert fyri føroyingar og eina møguliga komandi oljuvinnu um okkara leiðir, at BP stjórin hevur givið grønt ljós til eina verkætlan uppá 500 mill. dollarar ella 3-4 milliardir krónur at leggja eina rørleiðing á havbotnin frá oljufeltunum Foinaven og Schiehallion (skamt frá føroyska markinum) til Sullom Voe oljuterminalin í Hetlandi og víðari til Magnus oljufeltið norðan fyri Hetland. Endamálið við hesum projekti er at flyta alt yvirskotsgassið frá Foinaven og Schiehallion via Sullom Voe til Magnus, har gassið verður sprænt niður í oljugoymslurnar fyri á tann hátt at fáa meiri olju upp næstu árini. Við hesum projektinum kann livitíðin hjá Magnus-feltinum longjast við fimm árum.
Rørleiðingin er áhugaverd, tí hon er fyrsta roynd at flyta og selja gass frá einum felti á Atlantsmótinum. Hon er tí eisini fyrsta veruliga roynd at byggja upp ein infrastruktur í økinum, sum liggur tætt upp at leitiøkjunum á føroyska landgrunninum. Hetta kann tí koma at hava stóran týdning fyri komandi framleiðslu á føroyskum øki eisini í framtíðini, eitt nú um hugsað verður um komandi gassfund hjá okkum. Trupulleikin við gassinum er oftani tann, at tú sleppur ikki av við tað, tí eingin rørleiðing er. Nú verður so 1. stig tikið til slíka gassleiðing stutt frá føroyska leitiøkinum. Verkætlanin er eisini umhvørvisliga áhugaverd, tí nú slepst undan at koyra gass út í luftina. Ikki færri enn 3o oljufeløg hava verið við í tilrættaleggingini av verkætlanini, sum fer at fáa stóran týdning fyri oljuídnaðin í Bretlandi og ikki minst fyri lokalsamfelagið í Hetlandi. Og sum sagt fer hon eisini óbeinleiðis at fáa týdning fyri Føroyar sum komandi oljuland.










