Ein stór mannamúgva upp á minst 200 fólk savnaðist seinnapartin í gjár uttan fyri nýggju barrina hjá bitcoin-milliardinginum, Niklas Nikolajsen, Luke's í Keypmannahavn.
Niklas Nikolajsen, sum er langabbasonur stórhandilsmannin úr Klaksvík, J. F. Kjølbro, hevði ætlað at gjørt vart við seg við at tveita 2.000 50-krónuseðlar úr Rolls Royce sínum, meðan hann koyrdi í gøtunum í miðibýnum í Keypmannahavn.
Men umleið klokkan 16, tá sjáldsama hendingin skuldi byrja, var ov nógv rok framman fyri barrina.
Tað fekk í fyrstu syftu Niklas Nikolajsen til at broyta ætlan og í staðin at tveita pengarnar út gjøgnum vindeyguni í nýggju barr síni. Tað var sambært honum tí, at løgreglan bað hann steðga.
Løgreglan í Keypmannahavn upplýsir, at tey ikki hava biðið Niklas Nikolajsen steðga pengaregninum. Løgreglan hevur bara vegleitt hann framman undan tiltakinum og er sera nøgd við avgerðina, sum vakthavandi hjá løgreglnuni, Esben Godiksen, við Ritzau.
##med2##
Bitcoin-milliardingurin ætlar at endurtaka tiltakið seinni, rópti hann út til mannamúgvuna, skrivar BT.
At byrja við sat milliardingurin til reiðar í bili sínum eftir at hava kastað nógvar silvurmyntir út til fólkið. Sambært Ritzau vóru tey í minsta lagi 200, sum vóru møtt til tiltakið.
Bilurin var skjótt umgyrdur av fólki, og tí varð ætlanin ein hálvan tíma seinni broytt til at kasta pengar út gjøgnum vindeygað á barrini. Men heldur ikki tað var vandaleyst. Fleiri í mannamúgvuni róptu sambært BT, at tey vildu sleppa burtur, men sluppu ikki út úr mannamúgvuni.
– Marknaðarliga var tað eitt rættiliga gott hugskot, men tað er ikki trygdarliga forsvarligt at kasta pengar út í eina mannamúgvu, sigur hann við BT.
Sjálvt um pengaregnið varð steðgað, høvdu tey, sum vóru møtt til tiltakið, møguleikan at royna eydnuna á gøtuni. Niklas Nikolajsen fer seinni at ganga ein tú í býnum og geva pengar brutur. Umleið helmingurin er eftir, ljóða tað seinnapartin í gjár.
##med3##
Á nýggju barrini verða pengar eisini givnir burtur. Frá klokkan 18 í gjárkvøldi skuldu barrvørðarnir hvønn hálva tíma leggja eina gullmynt í botnin á einum drinki, sum gestirnir keypa. Hvør myntur hevur eitt virði upp á 4.000 krónur.
Niklas Nikolajsen er stovnari og nevndarformaður í kryptobankanum Bitcoin Suisse, har hann hevur bygt upp stóru ognir sínar.
Niklas Nikolajsen er úr kendu Kjølbro familjuni í Klaksvík – langaabbasonur stórhandilsmannin og reiðaran J. F. Kjølbro. Abbin var Ewald Kjølbro, og mamman var Marita Kjølbro, sum giftist í Danmark. Niklas er uppvaksin í Danmark, men hann hevur eisini búð eitt ár í Føroyum sum smádrongur í 1989, og tá gekk hann í skúla í Venjingarskúlanum í Havn.
– Eg føli meg føroyskan og elski at vera her uppi. Tá eg eri uttanlands, sakni eg føroyska matin ótrúliga nógv. Føroyska familjan hjá mær er spjadd um allan heimin, men meginparturin er í Føroyum, og vit hava eitt tætt samband, segði Niklas Nikolansen við Sosialin 7. august í 2020.
##med4##
– Eg kundi gott hugsað mær, at kona mín, sum er donsk, og børn okkara, eisini fáa eitt ávíst tilknýti til Føroya, segði hann í samrøðuni við Sosialin.
Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med24##
##med29##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##