Aston Villa er aftur í Premier League eftir at hava spælt í næstbestu deildini, The Championship, í trý kappingarár. Tað er greitt eftir at teir í dag vunnu 2-1 uppflytingardystinum ímóti Derby.
Uppflytingardysturin til Premier League er mettur at hava eitt virði á umleið 1,45 milliard krónur, sum felagið, í hesum førum Aston Villa, kann vænta sær í inntøkum fyri eitt ár í Premier League.
Aston Villa bleiv nummar fimm í The Chamionship í ár. Teir vunnu playoff-hálvfinaluna 3-2 samanlagt á West Bromwich, og sum kunnugt finaluna á Wembley í dag 2-1 ímóti Derby.
Aston Villa, sum hevur Dean Smith sum høvuðsvenjara og navnframa John Terry sum hjálparvenjara, hevur vunnið enska meistaraheitið sjey ferðir. Seinast var í 1981.
Aston Villa - Derby 2-1 (1-0)
1-0: Anwar El-Ghazi, 44.
2-0: John McGinn, 59.
2-1: Martyn Waghorn, 81.











