Milliónir vendar ímóti føroysku unglingunum

Sjónvarpsstøðin RAI fer at fylgja við, tá ið føroysku U-21 unglingarnir fríggjakvøldið fara at royna seg imóti heimsstjørnunum úr Italia

Fótbóltur

 

Fríggjakvøldið lokala tíð klokkan 9, sum er klokkan 8 føroyska tíð, skal spildurnýggja føroyska U-21 fótbóltslandsliðið at royna seg í einari tí størstu avbjóðingini, sum tað ber til at ímynda sær.

Í býnum Trente við fótin á Alpunum í Norðuritalia, har italsk og miðeuropeisk mentan verða sagdar at renna saman, fara føroysku U-21 unglingarnir at spæla ímóti Italia í EM undankappingardysti.

Føroyska liðið lendi í Trente týskvøldið klokkan 5, eftir at ferðalagið var farið tíðliga úr Føroyum og hevði millumlent í Keypmannahavn og Frankfurt. Tað byrjaði einki serligt. Skjótt vísti tað seg, at alt tað føroyska ferðagóðsið var farið onkra aðra staðni enn til Trente. Klokkan eitt mikunáttina komu venjingarklæðini, dystarbúnarnir, bóltar og alt annað, sum hoyrir við til ein túr av hesum slagnum, upp á pláss, og fyrrapartin í gjár varð farið undir fyrireikingarnar í – eftir føroyskum umstøðum – fínum føroyskum summarveðri.

Heðin Askham og Bill Jacobsen hava ábyrgdina av liðnum. Síðstu fyrireikingina á grasinum fara teir undir í kvøld, tá ið tað verður vant á vøllinum, har stóra uppgávan verður á skránni í annaðkvøld.

Hvussu stór áskoðarafjøldin verður, vita teir í føroyska ferðalagnum í Italia ikki. Tá ið teir 6. juni taptu 1-0 í Albania, ljóðaði tað, at eini 7-8 túsund fóru at hyggja at. Tað møttu 1200. Landsliðið er væl umtókt í Italia, og fótbóltssambandið roynir at vitja alla staðni kring landið fyri at geva áskoðarunum høvi at síggja.

 

Mugu hava sjálvsálit

Uttan mun til hvussu stór áskoðarafjøldin verður, so er tað greitt, at nógvu eygu fara at fylgja føroysku amatørunum og italsku heimsstjørnunum. Sjónvarpsstøðin RAI fer at senda dystin beinleiðis á einum av sínum rásum. Ivaleyst fara nógv hundrað túsund og kanska ein millión ella fleiri enn so í fótbóltsglaða Italia, har tað búgva 58 milliónir, at fylgja við. RAI sæst nógva aðra staðni enn í Italia, og tí verður talan um mangar ferðir fleiri áskoðarar, enn føroysku spælararnir eru vanir við.

- Lagið er gott, og vit fara at gera tað, sum vit eru førir fyri. Spælararnir eru í so góðari dystarvenjing, sum tað ber til hjá teimum at vera. Italiumenn spæla 4-1-4-1, og tað fara vit eisini at vera í útgangsstøðuni. Ætlanin er ikki at sparka, men í staðin at spæla fótbólt. Vit fara at royna at hava bóltin so leingi, sum tað ber til millum okkara. Vit plaga altíð at fáa málmøguleikar, og tað rokna vit við, at vit eisini fara at fáa hesa ferð. Spurningurin er so, um vit megna at fáa úrtøku, er útsøgnin hjá øðrum venjaranum úr Italia.

Føroyska liðið er so væl mannað, sum tað ber til. Fimm spælarar, sum ikki vóru við í Albania, eru við í ferðalagnum hesa ferð. Teir eru Christian Mouritsen úr Manchester City, Páll M. Joensen og Ólavur í Ólavsstovu úr HB, Arnbjørn Hansen úr EB/Streymi og Sam Jacobsen úr GÍ.

- Vit hava so góðar spælarar við hesa ferð, sum tað ber til. Spurningurin er, um allir verða førir fyri at spæla. Christian Mouritsen hevur orsaka av knæskaða ikki spælt seinastu vikurnar. Hann er um at vera klárur. Hann er við í venjingunum her niðri. Um hann verður førur fyri at spæla, so verður hann sjálvsagt við. Vit rokna undir øllum umstøðum við, at hann verður tøkur, tá ið vit mikudagin í næstu viku fara at spæla ímóti Grikkalandi á Svangaskarði, sigur Bill Jacobsen úr Italia.

Ein annar av lyklaspælarunum, Jónas Þór Næs úr AB hevur seinastu tvær vikurnar verið plágaður av vøddaskaða, men tað verður vónað, at hann verður førur fyri at spæla.

Í gjárkvøldið bendi taktiska venjingin á, at liðið kanska fer at síggja soleiðis út:

Gunnar Nielsen, Blackpool – Jónas Þór Næs, AB, Jóhan Troest Davidsen, NSÍ, Poul Thomas Dam, HB, Einar Hansen, NSÍ – Kristoffur Jacobsen, KÍ – Arnbjørn Hansen, EB/Streymur, Bogi Løkin, NSÍ, Christian Mouritsen, Manchester City, Jóhan V. Gunnarsson, B36 – Páll M. Joensen, HB.

Um Jónas ikki verður førur fyri at vera við, so eru Magnus Olsen, B71, ella Pætur Jørgensen, HB, møguligir avloysarar á vongverjanum. Um Christian Mouritsen ikki verður førur fyri at spæla, so eru aðrir møguleikar HB spælararnir Ólavur í Ólavsstovu og Emil Nolsøe Leifsson ella Levi Hanssen av Skála.