Millióningur í Sveis selur James Bond bil

Kendi Aston Martin bilurin frá James Bond filminum "Goldfinger" verður nú seldur fyri 26 milliónir krónur.

 

Aston Martin bilurin er nú settur til sølu við øllum eykalutunum. Tað merkir, at eitt nú ein fjald maskinbyrsa fylgir við bilinum, skrivar DR í dag.

 

Tað er sveisiski millióningurin Thomas Straumann, sum hevur sett bilin til sølu í Bretlandi, skrivar DR umvegis blaðið NZZ am Sonntag, sum er eitt sveisiskt tíðindablað.

 

Straumann keypti bilin í 2006, og brúkti síðani trý ár at seta bilin í stand.

Bilurin gjørdist kendur í filmunum "Goldfinger" og "Thunderball", tá ið Sean Connery nýtti hann í sínum leikluti sum James Bond.

 

Eftir at Straumann keypti bilin fyri 2.7 milliónir dollarar (umleið 15 milliónir krónur), á einari amerikanskari uppboðssølu, hevur hann arbeitt umleið 3000 tímar uppá bilin, sum nú er sum nýggjur.

 

Straumann hevur hildið fast við teir eyðkendu eykalutirnar, sum Bond nýtti í filmunum, men hann hevur tikið burtur katapultsetrið, sum Bond nýtti til at koyra óynskt ferðafólk úr bilinum.