Tað er framvegis stórur spenningur í toppinum í fótbóltslandskappingini. Javnleikurin á Svangaskarði hevði við sær, at B68 er trý stig aftanfyri HB og VB, sum liggja stavn um stavn í oddinum. Tvey umfør eru eftir. Sunnudagin eigur HB heimadyst ímóti B36 (eingin fyrimunur er av heimavøllinum, men inntøkurnar munnu verða kærkomnar í HB húsinum), meðan B68 fer at spæla toppdyst í Vági. Annan leygardag skal VB í Gundadal at spæla ímóti B36, meðan HB skal suður til Sumbiar. Tá fær B68 vitjan av GÍ.
Nógvir tímar verða í hesi vikuni nýttir at skifta orð um, hvat liðið eigur lættastu dystirnar á.
Vágamenn vunnu fyri fyrstu ferð síðani 24. juni, tá B68 tapti 3?2 í Sørvági. FSV sigurin hevur við sær, at sumbingar eru niðastir. Um Sumba í síðsta umfarinum fer at spæla fyri at sleppa av aftasta plássinum, so verður tað torførari hjá HB á Krossinum, enn tað verður, um Sumba einki hevur at spæla um. Fyri sumbingar hevði tað verið heilt skemtiligt at spælt FM heitið upp í hendurnar á grannunum í Vági. At fáa túsund havnarmenn og hálva Vágs bygd á vitjan (hin helvtin verður í Gundadali og stuðlar VB ímóti B36) hevði givið nógv í kassan, og so hevði hetta ivaleyst verið ein søga, sum neyvan hevði verið niðurafturløgd í grannaskemtinum.
FM vinnarin fær eina millión frá UEFA. Enn hongur milliónin í leysum lofti, men nú tað resta tvey umfør bendir mest sum alt á, at hon fer at seta seg í HB húsinum í Gundadali ella í VB húsinum á Vágs eiði.
Reglarnir
Á Svangaskarði skemtaðu HB áskoðarar sær við, at teir hava b a r a B36 og Sumba eftir. HB vinnur mest sum altíð á B36, men stórsigurin hjá árstalsfelagnum á NSÍ boðar frá, at viljin er ikki heilt burtur hjá teimum í B36, sum hava verið í stórum aldubrotum síðstu tíðina.
Um HB snávar, so fara toftamenn aftur at hava FM møguleika. Men eftir 16. umfar eru tað fyrst og fremst HB og VB, sum kappast um meistaraskapin.
Eitt sindur av iva var sunnukvøldið um, um tað er HB ella VB, sum er fremst. Síðsta týsdag nevndu vit, at tað kundi koma soleiðis fyri, at 2?2 javnleikurin hjá VB í Gundadali ímóti HB kundi gera teir til føroyameistarar, tí at dysturin á Vágs eiði ímillum VB og HB endaði málleysur. Hetta varð skrivað út frá at mál skorað á útivølli eru avgerandi, um tað stendur á jøvnum.
Í útvarpinum varð sunnukvøldið víst til eina grein í B68 leikskránni, sum snúði seg um henda spurningin. Nógv fótbóltshugað, sum lesa Sosialin, vóru ikki á Svangaskarði. Tí endurgeva vit ? við loyvi frá B68 ? brot úr greinini, sum snúði seg um júst henda spurningin.
Niður og upp
Í botninum er stórur spenningur. Eftir FS Vágar sigurin á B71 er Sumba á aftasta plássinum, sum ber beinleiðis niðurflyting við sær. Sumbingar skulu til Runavíkar, áðrenn teir fáa vitjan av HB, og FS Vágar skal vitja GÍ, áðrenn teir runda av ímóti KÍ á heimavølli. Felags fyri bæði GÍ og KÍ er, at avrikini boða frá lítlum íblástri, tí liðini hava einki at spæla fyri. NSÍ liðið fór til Havnar longu leygardagin, men avrikið ímóti B36 var lítið sannførandi. Tí er tað als ikki óhugsandi, at bæði Sumba og FS Vágar fara at fáa eitt sindur meiri í stigapjøkan, enn tey hava fingið higartil í ár.
EB/Streymur hevur mest sum tryggjað sær beinleiðis uppflyting. Í løtuni eru fuglfirðingar á plássinum, sum ber rættin at spæla um eitt pláss í bestu deildini við sær. Avrikið leygardagin ímóti Royn, sum er á veg í 3. deild, gav als ongar ábendingar um, at ÍF hevur 1. deildarstøði. Men í tveimum dystum um eitt pláss má roknast við øllum møguleikum.
Leygardagin fær EB/Streymur vitjan av ÍF, meðan TB, sum framvegis hevur ein møguleika at røkka næstfremsta plássinum, skal til Klaksvíkar.