Við 17 minus-stigum frá kappingarbyrjan, verður tað á ongan hátt lætt hjá Juventus at vinna seg aftur í Seriu A alt fyri eitt. Felagið varð eftir stóru gøluna í Italiu tvangsflutt í Seriu B, og á pappírinum hava teir uttan iva nógv tað sterkasta liðið. Leiðslan í felagnum hevur lovað spælarunum, at megna teir at flyta beinleiðis upp, fáa teir ein bonus upp á yvir eina millión hvør. Og megna teir at flyta upp eftir play-off dystir, er talan um góða hálva millión. Enn eru 38 dystir eftir, og í hesum skal Juventus so royna at vinna tey 38 stigini aftur, sum eru upp til oddasessin í deildini.










