Sæð burtur frá ódnnarstormunum um jólini, hevur veturin verið óvanliga góður. Tað hevur verið heitari enn vanligt, og vit hava lítið sæð til kavan.
Grundinar til at veturin í ár hevur verið óvanliga mildur kunnu vera mangar, greiðir Hanus Kjølbro, sjómansskúlalærari, frá. Ein av grundunum er tó at norðpólurin er í miðal eini 10 stig heitari enn hann hevur verið í nógv ár. Kalda luftin sum hevur rikið frá norðpólinum, og suður ímóti okkum er ikki sloppin beinleiðis framat hjá okkum, og er ikki líka køld sum hon plagdi at vera fyrr.
Ein onnur frágreiðing er, at niðri við Azorurnar mitt í Atlantshavinum plagar eitt hátrýst at liggja, sum tað ger nú. Tað hevur verið stabilt og sterkt og hevur sent lýggja luft úr tropinum til okkara. Hevði tað farið suðureftir ella viknað, so høvdu vit ístaðin fingið køldu luftina norðanífrá, sigur hann.
Hanus Kjølbro sigur hóast Norðpólurin er heitari nú enn hann hevur verið, so merkir tað ikki neyðturviliga at vetrarnir verða alsamt heitari.
-Vit hava havt heitar vetrar fyrr, so hetta er ikki ókent. Slíkt forsøgn ber ikki til at spáa um, sigur hann.
Nú verður tó kaldari í nakrar fáar dagar, sigur Hanus Kjølbro. Vit fáa høgætt, og tað er luft sum kemur beina leið frá norðpólinum til okkara. Hetta heldur á fram hósdagin og fríggjdagin.
Sent seinnapartin fríggjadagin verður tó heitari aftur. Týsdagin í næstu viku er tó tekin uppá, at kuldin kemur aftur um okkara leiðir, hóast torført er at spáa um veðrið so langt fram í framtíðina, sigur Hanus Kjølbro til endans.