Milano liðini á odda

Bæði Inter Milan og AC Milan vunnu um vikuskiftið sínar dystir í Seriu A, meðan aldudalurin hjá Juventus heldur fram. Oddaliðið Inter vóru á vitjan hjá Udinese, og tann dystin vann Inter 3-2. Í Milano tók AC Milan móti Atalanta. Brasilski framherjin, Pato, legði vertirnar á odda bæði 1 og 2-0, áðrenn Valdes minkaði um munin fyri gestirnar. Marco Borriello avgjørdi dystin tá ein góður tími var spældur, tá hann skoraði til endaliga úrslitið 3-1. Juventus datt niður á fimta pláss, tá teir óvanta á heimavølli taptu 2-0 fyri Palermo. Júst Palermo yvirhálaðu Juventus og liggja nú á fjórða plássinum. Inter liggur fremst, fýra stig frammanfyri grannarnir úr AC Milan, sum liggja nummar tvey. AS Roma eru sjey stig frá fyrsta plássinum á triðja plássi.