Eftir at greinin varð skrivað, feldi UEFA dóm um, at seinna fjórðingsfinalan millum Inter og Milan verður ikki uppafturtikin.
Tá ið dysturin bleiv avblástur, var støðan 1-0 til Milan, og ein umboðsmaður fyri UEFA boðaði seint týskvøldið frá, at Milan verður dømt at vinna dystin, og harvið halda fram í Champions League kappingini.










