Rasisma í italskum fótbólti hevur veirð eitt heitt evni seinastu mánaðirnar, har fleiri tilburðir hava verið.
Í steypadysti millum Milan og Lazio var aftur galið, og tað hevur fingið Milan til at melda tilbuðrin til »evsta ítróttarliga myndugleika«, verður sagt í boðum frá felagnum sambært AFP.
Tað var leikarin Franck Kassié frá Fílabeinsstrondini og leigaði franskmaðurin Tiemouré Bakayoko, sum vórðu háðar við rasistiskum ókvæmisorðum og apuljóðum frá fjepparum hjá útiliðnum.
Sambært Milan fóru tilburðir fram bæði fyri, undir og eftir dystin, sum Lazio vann 1-0, sum merkti atgongd til Coppa Italia-finaluna eftir 0-0 í fyrra dystinum.
– Tað var hjartaskerandi at síggja eina so stórar ítróttarliga hending á okkara stadion, meðan apuljóð og rasistisk fornermilsi vórðu rópt av áskoðaaraplássunum, sigur nevndarformaðurin í Milan, Paolo Scaroni sambært AFP.
– Vit skulu vera sera nógv á varðhaldi. Fótbóltur snýr seg um respekt. Fótbóltur skal ikki spjaða, men savna fólk, sigur hann.
Hjá Lazio royna tey ikki at nokta, at hetta skal hava hent, men tey eru kedd av, at alt felagði verður rakt, bara tí at ein minniluti ikki dugir at uppføra seg.
– Skaðin, sum er framdur av hesum minnilutanum, rakar felagið og viðhaldsfólkið. Størsti parturin av viðhaldsfólkunum hjá Lazia góðtekur ikki slík, sigur talsmaðurin hjá felagnum, Arturo Diaconale.
Fyrr í apríl var áleyparin hjá Juventus, Moise Kean, eisini háðar við rasistiskum óvæmishorðinum í einum dysti móti Cagliari.
/ritzau/










