Fyri lítlari løtu síðani var revsingin ásett í málinum móti Milan Kolovrat, sum er dømdur sekur í at hava myrt Dánjal Petur Hansen. Revsingin varð 14 ára fongsul.
Dómarin og nevningarnir vóru samdir um, at hetta skuldi vera revsingin. Har vóru ongar linnandi umstøður, heldur øvugt, segði dómarin.
Maðurin skal vísast av landinum fyri lívið.
Hann skal eisini gjalda samanlagt smáar 800.000 krónur í endurgjaldi til konu og døtur Pidda og til mannin, hvørs gjaldkort hann stjól og tók pening út av.
Maðurin hevur møguleika at kæra sjálva revsingina til Hægstarætt, og hann hevur tvær vikur at hugsa seg um í.
Hann gekk við til at sita varðhaldsfongslaður, til dómurin skal sitast.
Milan Kolovrat tóktist ikki ávirkaður, tá ið hann hoyrdi dómin.










