Milan bjóðar uppá David Beckham

David Beckham hevur veruliga gagnnýtt leigusáttmálan, sum hann hevur havt við italska stórfelagið, AC Milan. Fótbóltsheimurin hevur sæð sjón fyri søgn, at Beckham hevur enn nógv gott í sær. David Beckham hevur skotið fleiri mál fyri Milan, og nú vil felagið gera fastan sáttmála við hann.

 

Sambært enskum miðlum, so eru Los Angeles Galaxy og AC Milan longu byrjaði at samráðast um David Beckham, sum fer at kosta eina upphædd, sum svarar til 115 miljónir krónur.

 

Vit vilja gjarna hava hann at verða verðandi í felagnum. Tað hevði verið synd og skomm at spælt sær av við hann. Tí gera vit eisini alt, sum vit kunnu, fyri at fáa hann verða verðandi. Sigur varaforsetin í AC Milan, Adriano Galliani til enska blaðið, The Sun.

 

Tað verður neyðugt hjá Milan at kýta seg, tí Beckham er ein dýrur drongur. Enski landsliðsspælarin fær 100 miljónir krónur í løn um árið frá sínum núverandi felagið, Los Angeles Galaxy. Og sum er, so er tað ikki ein upphædd, sum AC Milan megnar at fíggja. Tí er felagið farið at leita eftir einum sponsori, sum kann fíggja tað stóru verkætlanina at fáa David Beckham sáttmálabundnan í AC Milan. Ein sáttmáli við AC Milan fer eisini at styrkja um møguleikarnar hjá David Beckham at verða úttikin til enska landsliðið. Enski landsliðsvenjarin, italiumaðurin, Fabio Capello hevur gjørt púra greitt, at hann krevur, at spælararnir venja og spæla á einum høgum støði, fyri at kunna hava ein møguleika at koma á liðið.