Mikkjal Sørensen, borgarstjóri í Porkeris kommunu, sum skjótt hevur sitið í bygdarráðnum í 12 ár, harav tey seinastu tvey skeiðini sum borgarstjóri, er sinnaður at taka eitt tørn aftrat, um veljarin vísir honum álit.
- Jú, eg havi tikið støðu til at stilla upp aftur á komandi vali. Vanliga eru tveir ella tríggir listar til bygdarráðsvalið, men samstarvið hevur verið gott.
Hann sigur, at í Porkeris kommunu er ikki politiskt uppstilling, men í staðin verður dentur lagdur á at arbeiða fyri alla kommununa, sum má vera endamálið hjá einum bygdarráði.
- Eg fekk 56 atkvøður á seinasta kommunuvali, og ynskja veljarar, at eg framhaldandi skal vera partur av bygdarráðnum, taki eg eitt tørn aftrat, sigur Mikkjal Sørensen.
Hann heldur, at bygdarráðsarbeiðið er áhugavert. Tað ræður at halda tørn og annars at vera við til at mynda nútíðina og framtíðina í Porkeris kommunu.
- Kommunan er væl fyri fíggjarliga, og gongdin er positiv við øktum skattainntøkum aftur í ár. Tá hetta árið er liðugt, verður nettoskuldin hjá kommununi umleið hálv álíkning, sigur Mikkjal Sørensen.










