Mikkjal: Tað verður torført men ikki ómøguligt

(Rás2) Høvuðsvenjarin hjá KÍ er realistiskur, men ikki uttan vónir til uppgerðirnar ímóti AIK Stockholm

Lutakast hevur í dag verið um hvussu spælast skal í fyrstu umførunum av Europa League, og har gjørdist tað greitt, at KÍ skal spæla ímóti svenska felagnum AIK Stokkhólm. Fyrri dysturin ímillum KÍ og AIK Stokkhólm verður tískil spældur á Ovara Vølli í Gundadali 29. juni, meðan seinni dysturin verður spældur á Friends Arena 6. juli.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna André Olsen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen í tí serligu Champions League/Europa League sendingini, sum var á Rás2 fyrr í dag.

 

Mikkjal Thomassen staðfestir, at talan verður um eina sera torføra uppgávu, men hann slær fast, at uppgávan er ikki ómøgulig, og hann ætlar at fyrireika liðið optimalt uppá uppgávuna.