Mikkjal og KÍ tapa ikki á fyrsta leikdegi

Hjá B36 venjaranum hevur tað verið meiri upp og niður tey trý árini, sum hann hevur havt ábyrgdina av barndómsfelagnum

Serligur áhugi er fyri uppgerðini í Klaksvík klokkan 17, tá ið B36 verður gestur hjá KÍ.

Nógv er skrivað og tosað um, at tað eru tey bæði liðini, sum fyri skjótt sjey mánaðum síðani dystaðust um FK heitið.

Nú standa KÍ og Mikkjal Thomassen aftur andlit til andlit við B36 og Jákup á Borg.

Hetta er sætta árið, at Mikkjal Thomassen er venjari í Klaksvík, og hetta er triðja árið, at Jákup á Borg er venjari í B36.

 

Tað er heilt víst, at tríggir av teimum, sum leygardagin 26. oktober umboðaðu KÍ í Gundadali, ikki vera við í dag. Simen Sandmæl, Semir Hadzibulic og Torbjørn Grytten eru ikki longur í Klaksvík.

Ivasamt er, um liðformaðurin Jákup B. Andreasen er førur fyri at spæla, tí hann er plágaður at skaða í lærkrikanum    

Higartil hava Mikkjal og KÍ í felag ikki tapt á fyrsta leikdegi. Í fjør endaði tað málleyst á heimavølli ímóti HB, og í fyrraárið endaði tað við 3-0 sigri á útivølli ímóti HB.

Málleysi javnleikurin á heimavølli ímóti Skála í 2017 mundi kennast sum vónbrot.

Bæði í 2015 og 2016 var KÍ í Trongisvági. Í 2016 vann KÍ 1-0, og í 2015 endaði tað 1-1.

 

Hjá B36 og Jákupi á Borg hevur tað verið upp og niður tey trý árini, sum Jákup hevur verið venjari í barndómsfelagnum í Gundadali.

Í fjør vann B36 tepran 1-0 heimasigur ímóti Skála í fyrsta umfari. Í 2018 var tað stórt vónbrot, tá ið B36 fór úr Hólmanum á Eiði við 3-2 tapi. Í 2017 var 1-1 á útivølli ímóti Víkingi ikki av leið.

Sebastian Pingel verður ikki í B36 álopinum, tí hann er knæskaddur. Tað er ivasamt, um Brian Jakobsen verður í B36 álopinum, tí hann er darvaður av skaða í lærkrikanum. Ivasamt er, um Hugin Samuelsen verður førur fyri at spæla.