Mikkjal: Nú er møguleikin størri

Upptakt: Venjarin hjá KÍ heldur fast í sama liðnum, men er eisini til reiðar at leypa á

##med2## 

KÍ skal í kvøld spæla seinna dystin móti FC Luzern úr Sveis í 2. undanumfarinum í Europa League. FC Luzern vann fyrra dystin 1-0 við máli í evstu løtu. Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, heldur fyri at møguleikin nú er størri at koma víðari – men talan er um avbera stóra uppgávu.

- Eg vil siga at kjansurin at koma víðari er størri nú, enn hann var undan fyrra dystinum. Liðið vit møta er heilt ómetaliga gott. Nú er bara ein dystur eftir, har vit skulu hava eitt gott úrslit. Tað er ein minni uppgáva, enn at skula gera tað í tveimum dystum. Tí meti eg tað verða ein størri møguleiki at koma víðari nú, enn undan tí fyrra dystinum, sigur Mikkjal Thomassen, ið hevur flestar menn tøkar.

- Status er, at flestu menn eru klárir. Vit hava onkrar smávegis snuddir. Óli Ey. Poulsen fór undir skurð í morgun, Ólavur Niclasen er yvirbelastaður í lærinum, og so eru onkrir spælarar, sum eru eitt sindur raktir. Men ikki so nógv, at tað kemur at gera at teir ikki eru við, sigur Mikkjal Thomassen, ið byrjar við somu ellivu sum í Sveis.

 ##med3##

- Vit koma at spæla við somu startuppstilling, men vit koma at hava eina eyka justering klára, um vit hava brúk fyri at taka størri váða og fara longur fram. Tað kann eisini verða, at vit broyta uppstilling, sigur venjari hjá KÍ.

Liðið sum byrjar er; Kristian Joensen, Jóannes Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen, Jákup B. Andreasen, Simen Sandmæl, Semir Hadzibulic, Jóannes Bjartalíð, Patrik Johannesen og Páll A. Klettskarð.

 ##med4##

- Hetta er eiin týdningarmikil dystur fyri okkum. Tað er týdningarmikið ikki at leypa framav, tí vit hava 95 minuttir at skjóta hatta málið í. Tað kunnu eisini koma nøkur mental ting at spæla inn. Tað sóu vit eisini í fyrra dystinum. Er tað javnleikur í hálvleikinum, so kunnu teir blíva nervøsir. Vit vóna at kunna halda dystin livandi leingi. Og so skulu vit royna at skapa fleiri støður, har vit eru sterkari enn teir. Vit sóu millum annað, at vit fingu málmøguleikar upp á horna og mótálop, sigur Mikkjal Thomassen.

FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum á Svangaskarði í kvøld millum KÍ og FC Luzern. Dysturin byrjar klokkan 18. In.fo hevur eisini beinleiðis frásøgn.

FM1: Samrøða við Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ