Mikkjal K. Thomassen fingið flottan heiður

Elituserian: Føroyski venjarin er valdur til besta venjaran í mei mánaði

Mikkjal K. Thomassen fingið flottan heiður í norsku Elituseriunu. Hann er valdur til besta venjaran í mei mánaði, eftir fleiri góð úrslit við Fredrikstad.

 

Fredrikstad var besta liðið í mei mánaði og megnaði eisini at vinna seg upp á 3. plássið í Elituseriuni. Tað hevur útloyst tveir heiðrar til felagið. Mikkjal K. Thomassen er valdur til besta venjaran og málverjin, Jonathan Fischer, bleiv valdur til besta spælaran í mei.

 

Fredrikstad liggur í løtun á 3. plássi í Elituseriuni. Bodo/Glimt er nummar og Brann er nummar tvey. Umframt Mikkjal K. Thomassen, so eru tríggir føroyingar í felagnum. Jóannes Bjartalíð og Brandur Hendriksson sum spælarar, og Elisabeth Vang sum kropsligur venjari.

 

1Bodø/Glimt1283125:81727
2Brann1383222:13927
3Fredrikstad1264220:11922
4Molde1263325:16921
5Viking1154218:13519
6Strømsgodset1152414:15-117
7KFUM Ósló1136215:15015
8Rosenborg1142515:18-314
9Kristiansund1234517:20-313
10Haugesund1141610:15-513
11Lillestrøm1141613:19-613
12Odd1234512:22-1013
13HamKam1224614:15-110
14Tromsø1131714:19-510
15Sarpsborg1131714:25-1110
16Sandefjord1123615:19-49