Reykjavík: 26. januar til 6. apríl verður stór framsýning við málningum av Sámali Joensen-Mikines á listasavninum Kjarvalsstöðum, í Reykjavík. Framsýningin ber heitið Mikines – Retrospective og fevnir um 45 verk. Hetta er fyrstu ferð at Mikines málningar verða sýndir fram í Íslandi síðan 1961, og ætlanin við framsýningini er at fremja kunnleika um listina hjá Mikinesi í Íslandi.
Í sambandi við at framsýningin letur upp 26. januar, hevur Kjarvalsstaðir boðið um 1400 gestum til móttøku. Forseti Íslands, Ólafur Ragnar Grímsson, setir framsýningina og Gunvør Balle, sendikvinna, fer at siga nøkur orð. Aftaná framsýningina verður móttøka á sendistovu Føroya fyri útvaldum gestum.
2. februar letur Listasavn Føroya dyrnar upp fyri verkum av Jóhannesi Kjarval (1885-1972). Kjarvalsstaðir eitur eftir Jóhannesi Kjarval, ið er millum kendastu íslendsku listafólk. Talan er sostatt um spennandi listarligt umbýti og samstarv millum Listasafn Reykjavíkur og Listasavn Føroya.